Náttúruvísindi ella gudfrøði?
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.
Vit eru nógv, sum eru glað fyri, at granskarar framvegis kanna, hvussu náttúran er skrúvað saman. Granskingin ger, at vit í dag vita meira enn tey, sum livdu fyri 100 árum síðani. Og hesi vistu meira enn tey, sum livdu fyri 200 árum síðani. Soleiðis hevur tað altíð verið, og væntandi fer hendan gongdin at halda fram so leingi, sum heimurin stendur.
Nógvir av gomlu granskarunum, sum til dømis Pascal og Newton, vildu kanna, hvussu fantastiskt Gud hevur skapað heimin. Seinni gjørdist tað meira vanligt at granska náttúruna uttan at hugsa um Gud. Nú á døgum eru tað fleiri, sum halda, at náttúruvísindi kann koma í staðin fyri Gud. Men tað er ein misskiljing, tí at talan er um ymiskar greinir av vísindi.
At brúka náttúruvísindi til at greina gudfrøðiligar spurningar, er sum at flysa eplir við einum skiftilykli. Somuleiðis riggar tað heldur ikki serliga væl at loysa ein møtrikk við einum eplaflysara. Tí skal gudfrøði heldur ikki brúkast til at svara náttúruvísindaligum spurningum.
Nógv bendir á, at fólk fyri 3000 árum síðani hildu, at jørðin var fløt. Samstundis hevði fólkið ein gudfrøðiligan spurning: “Hvør hevur skapað jørðina?”. Vit kunnu rokna við, at Gud hevur opinberað byrjanina fyri einum av sínum profetum, á sama hátt sum endin varð opinberaður fyri Jóhannesi. Fyri at opinberingin skal rúmast í høvdinum hjá profetinum, er neyðugt at sjónin samsvarar táverandi heimsmynd. Vit kunnu siga, at í skapanarsøguni hevur Gud valt at svara einum gudfrøðiligum spurningi uttan at geva eina náttúruvísindaliga vegleiðing. Hóast heimsmyndin er nógv ment seinastu 3000 árini, so er boðskapurin í skapanarsøguni framvegis tann sami.
Tað hava altíð verið nógv hol í vitanini, sum vit hava um náttúruna. Við tíðini eru fleiri av hesum holunum fylt upp. So kundi ein trúð, at til endans verða øll holini fylt upp. Men so er ikki, tí fyri hvørt hol, sum verður fylt upp, varnast vísindafólk enn fleiri nýggj hol.
Eg trúgvi, at náttúruvísindi er ein gáva frá Gudi til okkum, so at vit sjálv kunnu kanna, hvussu heimurin er skrúvaður saman. Tí er tað ikki ein góð gerð at fylla Gud niður í tey hol, sum eru í vitanini um náttúruna. Tí um holið seinni verður fylt við náttúruvísindi, kunnu fólk halda, at tey ikki hava brúk fyri Gudi. Og tað er synd, tí vit hava framvegis brúk fyri Gudi til at svara hvør- og hví-spurningunum.
Christian Joensen, Saltangará