Nei, nú sløkki eg!
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.
Áhugamál okkara eru so ymisk, og tað er eisini so ymiskt, hvørjum og hvat okkum dámar at lurta eftir. Nøkrum dámar væl klassiskan tónleik, meðan øðrum dámar betur country. Onkrum dámar væl at lurta eftir framhaldssøgum, meðan onnur als ikki tíma tað. Summi tíma væl kjaksendingar, meðan øðrum ikki dámar, um orðalagið gerst ov hvassorðað. Tað eru eisini nøkur, sum velja at sløkkja, um okkurt kemur, sum tey ikki tíma at lurta eftir. Og fleiri eru, sum velja ikki at lurta ella hyggja at tí, sum tey meta er niðurbrótandi heldur enn uppbyggjandi. Soleiðis eru vit so ymisk. Og tað er gott.
Tað er tó umráðandi hjá okkum øllum at vera greið yvir, at vit verða ávirkað á ein ella annan hátt av øllum tí, sum vit síggja og hoyra. Tað ger okkurt við okkum í styttri ella longri tíð. Paulus sigur soleiðis í 1. Korintbrævi 6,12: ”Alt er mær loyvt; men ikki alt er gagnligt.” Hoyrdi herfyri, at tað varð sagt, at Jesus ongantíð hevur sagt, at vit skulu fyrigeva hópdrápsmonnum, og at um vit fyrigóvu teimum, so sviku vit tey, sum hópdrápið hevði rakt. Eg má viðganga, at hetta ávirkaði meg stórliga. Í fleiri dagar, – ja, enn hugsi eg um hetta. Hvussu skuldi hetta skiljast? Hvør var meiningin? Royndi prestur at siga, at fyrigeving kann stigbendast? At vit menniskju eru harrar yvir, hvat skal og kann fyrigevast? So má eg siga, at eg ongastaðni havi lisið hetta í Bíbliuni, og tað samsvarar heldur ikki við nakað annað, sum Jesus hevur sagt um fyrigeving. Kann tí ikki koma til aðra niðurstøðu enn, at ikki er rætt at legga Jesus undir at góðtaka og mæla til, at vit ikki skulu fyrigeva hópdrápsmonnum! Kanska hevði verið betri fyri meg, um eg ikki hoyrdi hetta, ella kanska ikki. Hetta hevur í øllum førum órógvað meg, men samstundis hevur tað eisini fingið meg at hugsa, lesa og biðja. Kanska skuldi eg havt sløkt, eg veit ikki.
Stórmøtini nærkast, og tá verður boðskapurin greiður og góður. Tað verða gleðiboð, sum okkum verða boðað. Yvirskriftin til møtini í ár er #Gleðiboðini2017. Og tað er gleðiligt og gott at fáa at vita, at syndir tínar eru tær fyrigivnar. Og lurta vit eftir Nelson Mandela, so er tað sum at verða verandi í fangahúsi, um vit ikki megna at fyrigeva fíggindanum og teimum, sum hava gjørt okkum ilt. Eisini Jesus er heilt greiður, tá hann í Matteus 5,44 sigur: ”Elskið fíggindar tykkara.” Tað er tí við gleði og takksemi, at eg kann bjóða øllum til Stórmøti í Bylgjuni í Runavík 20.-22. oktober, har vit kunnu hoyra, at gleðiboðini, sum boðað eru okkum í Bíbliuni, eru líka stór, góð, rík og fræls enn í dag. Og at Jesus enn er mentur at fyrigeva okkum allar okkara syndir, og at hann vil hjálpa okkum at fyrigeva hvør øðrum. ”Um tí sonurin fríar tykkum, tá skulu tit verða av sonnum frælsir.” (Jóh 8,36)
Takk og lov og prís fyri, at tað er ikki upp til okkum menniskju at stigbenda fyrigevingina og avgera, hvør synd kann fyrigevast, og hvør ikki kann. Og takk Jesus fyri, at tú ikki sløkkir, tá eg komi til tín við míni synd, og takk fyri, at tú vilt hjálpa mær at fyrigeva mínum næsta og ikki sløkkja fyri honum.
Vælkomin á Stórmøtini 2017 – vel tey ikki frá.