SKA í Emmaus 90 ár

Mikudagin 15. apríl, hátíðarhelt SKA (sjómanskvinnuarbeiðið) í Emmaus, í Klaksvík, sín 90 ára føðingardag. Nógv var gjørt burturúr, huglagið var gott og uppmøtingin var góð.

Byrjað var klokkan 19. við felagssangi. Forkvinnan, Petra A. Poulsen, bjóðaði vælkomin og hevði Guds orð og bøn.
Olivur og Heðin Askham sungu áðrenn Torleif Johannesen talaði. Johan Henriksen segði frá søguni hjá SKA og Elisabeth Joensen (Betta) las hugtakandi søgu uppá rím, um ein jólapakka til sjómann, sum leiddi gevaran og móttakaran saman. Atli Rasmussen endaði.
Síðani var bjóða til borðs í kjallaranum. Har var nógv og gott smyrjibreyð og køkur av ymiskum slagi. Høvi var eisini at heilsa SKA, og nøkur takkaðu fyri stóra og drúgva arbeiðið hesi mongu ár.

SKA stovnað
Tað var pálmasunnudag 5. apríl 1936, at SKA  í Emmaus varð sett á stovn, sum óivað fyrsta staðbundna SKA í Føroyum. Endamálið var, at kvinnurnar skuldu vera andaligur stuðul og bakland hjá sjómonnunum og fyri tí arbeiði, sum Sjómansmissiónin gjørdi.
Alfred Petersen, trúboðari í Klaksvík, var ein av undangongumonnunum at stovna SKA í Emmaus og síðani út um landið.

Reglugerð.
Óivað vóru limir teknaðir sama kvøldið, sum ringurin var stovnaður. 18.apríl savnaðist SKA aftur og tá var Andrea Joensen vald til forkvinnu og Maria Petersen varð vald til kassameistara. Reglugerð varð gjørd og undirskrivað av Andreu, Mariu og Alfredi.
SKA savnaðist tvær ferðir um heystið og tvær ferðir um várið. Uppmøtingin var góð og kvinnurnar stuðlaðu Sjómansmissiónini við forbøn og fíggjarliga. Innihaldið í kvøldunum var sangur, bøn, andakt, upplestur úr góðum kristiligum bókum, ella onkur segði frá, og enda var við bøn og drekka. Arbeiðið gekk sína gongd, men í 1964 kom tíverri stigur í.

Endurstovnað
Í 1976 var SKA endurstovnað. Arbeiðshátturin var tann sami, og síðani hevur SKA verið ein góður stuðul til kristiliga arbeiðið millum sjófólkið, og góður stuðul til arbeiðið í Emmaus. SKA savnaðist tvær ferðir áðrenn jól og tvær ferðir aftaná jól. Ein partur av fíggjarliga stuðlinum, fór til keyp av kristiligum bókum og bondum, sum vóru latin umborð á skip.
Síðani 2002 hevur SKA gjørt jólapakkar til sjófólkið. Pakkarnir verða savnaðir saman tá tær savnast í novembur, og latnir sjómanstrúboðaranum, sum ber teir umborð á skipini.

Stuðla Sjómansmissiónini og Rumeniahjálpini
Innihaldið í SKA er boðan av Guds orði, sangur og bøn. Biðið verður fyri Sjómansmissiónini, sjófólkinum og fyri ávísum skipum, sum hvør ringarnir hevur fingið at biðja fyri. Onkuntíð hevur SKA vitjan av sjómanskvinnuringi, av sjómanstrúboðaranum ella øðrum, sum siga frá spennandi hendingum. Prát, hugni og góður drekkamunnur er hvørja ferð. Peningur verður savnaður inn tá SKA savnast. Hann fer til Sjómansmissiónini og til Rumeniahjálpina við Absaloni Matras.
Síðstu árini hevur SKA fingið tættari vinasamband við sjómanskvinnuringarnar í Norðoyggjum. Tað er við til at stimbrað arbeiðið. Kvinnur í SKA hava verið við til Landsstevnina hjá sjómanskvinnuringunum og til Leiðaradagin. Tað hevur eisini givið íblástur til arbeiðið. Flestu árini hava tær verið tvær í leiðsluni, men síðstu mánaðirnar hava tær verið fýra. Allar kvinnur eru vælkomnar í SKA tá tær byrjað aftur í heyst.

Myndin av SKA er frá 80 áradegnum í 2016

Forkvinnur hava verið:
Andrea Joensen, 1936 – 1946
Maria Petersen, 1946 – 1957
Gunhild Vaag, 1957 – 1976
Anna Hansen, 1976 – 1979
Gerda Absalonsen, 1979 – 1982
Jonhild Henriksen, 1982 – 1988
Hanna Johannessen, 1988 – 1994
Solveig Hansen, 1994 – 2002
Sigga Arge, 2002 – 2016
Petra Arge Poulsen, 2016 –

Kelda: Tænandi kvinnur – søgan um sjómanskvinnuringarnar.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina