Níggju upplýsingar um Deyðahavsrullurnar

Fyri stuttari tíð síðani avdúkaðu ísraelskir fornfrøðingar fleiri brot av Deyðahavsrullum, við Bíbilskum teksti. Pergament brotini innihalda brot á griskum úr bókunum Zakarja og Náhum. Við at hyggja eftir skrivistílinum, so verða rullurnar dagfestar til fyrstu øld e.Kr. Hetta er fyrstuferð í 60 ár, at nýggjar skriftrullur verða funnar í samband við útgravingar í oyðimørkini sunnanfyri Jerusalem.

Her eru níggju upplýsingar, sum eru góðar at vita um størstu finning av handritum í nýggjari tíð.

1. Deyðahavsrullurnar eru Bíblisk, apokrýfisk og sekterisk verk

Deyðahavsrullurnar eru aldargomul handrit, sum vórðu funnin einaferð millum 1947 og 1956. Fornfrøðingar funnu uml. 950 ymisk handrit. Handritini vóru ymisk til longdar, og fleiri av teimum vóru í brotum, men summi vóru ein eind. Handritini verða bólkaði í tríggjar høvuðsbólkar: Bíbilskir tekstir, apokrýfiskir tekstir og sekteriskir tekstir. Millum tær apokrýfisku bøkurnar eru Tóbit, Judith og tann fjórða bókin hjá Ezra. Í teimum sekteriskubókunum eru tulkingar av jødalógini, ymiskum Bíbilskum søgum og av profetunum.

2. Tað vóru nakrir hirðadreingir, sum funnu tær fyrstu rullurnar í einari holu

Handritini, sum vit í dag kenna sum Deyðahavsrullurnar, vórðu funnin í 11 holum fram við útnyrðingsstrondini á Deyðahavinum. Staðið, har sum rullurnar vórðu funnar, er 21 kilometrar eystanfyri Jerusalem, og 397 metrar undir havinum. Seint í 1946 og fyrst í 1947 ansaði ein hirðadrongur eftir geitum og seyði, tá ið hann kom fram á eina holu í fjallasíðuni. Hann og ein vinmaður fóru seinni inn í holuna, og har funnu teir fleiri stórar leirkrukkur. Í summum av hesum krukkunum vóru rullur úr leðri og papýrus.

3. Flestu bøkurnar úr Gamla Testamenti verða endurgivnar í rullunum

Í samlingini eru meira enn 230 handrit “Bíbilskar rullur”, sum eru kopi av verkum, sum nú eru partur av Gamla Testamenti. Rullurnar innihalda bæði lutvís og fullkomin kopi av hvørjari bók í Jødisku Bíbliuni uttan Esterarbók. Fleiri av hesum bíbilsku handritum minna nógv um Masoretic Text, sum er nýttur í samband við fleiri enskar umsetingar, m.a. King James Versio(KJV), English Standard Version (ESV) og New International Version (NIV).

4. Samlingin inniheldur elsta samlaða partin av Gamla Testament handritunum.

Tann stóra Jesaja rullan er ein av teimum fyrstu sjey Deyðahavsrullunum, sum varð funnin í Qumran í 1947. Hon er ein tann størsta, (7,32 m. til longdar) og best varðveitta av øllum teimum Bíbilsku rullunum. Hon er eisini tann einasta, sum inniheldur allan tekstin. Rullan er skrivað á 17 “ørk” av pergamenti og inniheldur allar 66 kapitlarnar av hebraisku útgávuni av Jesaja. Rullan er dagfest til uml. 125 f.Kr., og er 1000 ár eldri enn tann elsta útgávan av Jødisku bíbliuni, sum er funnin í nýggjari tíð.

5. Flestu rullurnar eru uml. 2000 ár gamlar

Størsti parturin av Deyðahavsrullunum varð skrivaður millum 200 ár f.Kr. og 200 ár e.Kr. Jødiski vísindamaðurin, Frank Moore Cross, og fornfrøðingurin Nahman Avigad komu til ta niðurstøðu, at brotini úr rullunum vórðu skrivaði ímillum ár 225 f.Kr. og 50 e.Kr. Kolevnistíðarfestingar stuðla undir, at húðin frá djórðinum, sum nýtt varð at skriva á, er frá sama tíðarskeiði. Myntir úr bronsu, sum lógu rundanum holirnar eru eisini dagfestar til 135 f.Kr. og 73 e.Kr. Hetta er tey elstu kopiini av Bíbilskum tekstum, sum vit vita um.

6. Rullurnar eru á nógvum ymiskum málum

Flestu rullurnar eru skrivaðar á hebraiskum, á sama hátt, sum vit kenna úr dagsins hebraiskum. Fleiri eru eisini skrivaðar á paleo-hebraiskum, sum er ein eldri útgáva av hebraiskum. Samlingin inniheldur eisini fleiri arameiskar og griskar tekstir, eins og nakrir tekstir eru á arabiskum, og nakrir fáir á latíni.

7. Samlingin inniheldur smá pergament brot, sum vórðu brúkt sum Tefellin

Rullurnar innihalda samlað handrit av bókum úr Bíbliuni, eins og ritual ting, brúkt sum Tefillin (lítlir svartir kassar úr leðri við brotum úr versum úr Móselógini) og Mezuzah (hesi verða fest á durðastavin á húsum). Hetta er smáir pergamentlepar, við samandrátti úr 5. Mós 6, 6-9:

Hesi boðorð, sum eg í dag leggi fyri teg, skulu vera í hjarta tínum; og tey skalt tú leggja børnum tínum eina við og bera tey upp á mál, bæði tá ið tú situr heima við hús, og tá ið tú gongur úti, bæði tá ið tú leggur teg, og tá ið tú fert upp. Tú skalt binda tey sum tekin á hond tína og hava tey sum áminningarmerki á enni tínum; og tú skalt skriva tey á durastavirnar í húsi tínum og á borgarlið tíni.

8. Ongin veit við vissu, hvør hevur skrivað handritini

Vísindafólk eru ikki samd um, hvør savnaði og skrivaði upprunaligu handritini. Tey flestu halda, at tað var ein jødisk sekt. Onnur vilja vera við, at tað vóru kristin fólk úr fystu øld.

Við støði í núverandi prógvum, so er mest sannlíkt, at talan var um Essenearar ella Saddukearar (her verður oftast tosað um ein bólk, har Zádok prestur og brøður hansara vóru leiðarar – 1. Krýn 16, 39)

9. Tær nýggju rullurnar innihalda ymisk frábrygdi

Tær nýggjastu rullurnar hava smá frábrygdi frá grisku endurgevingini av upprunaliga hebraiska tekstinum, sum aftur brýtur frá Septuaginta, sum er ein umseting av hebraisku Bíbliuni frá 3. og 2. øld f.Kr., sum fornkirkjan nýtti.

“Tá ið vit hugsa um tann Bíbiska tekstin, so hugsa vit ofta um nakað, sum er statiskt,” segði Joe Uziel, sum var leiðari fyri fornminnisligu deildina fyri Deyðahavsrullurnar. “Hann er ikki statiskur. Tað eru smá frábrygdi, og nøkur av hesum frábrygdum hava týdning. Hvørt lítið brot av upplýsingum, sum vit kunnu leggja afturat ger, at vit skilja eitt sindur meira,” hvussu teksturin upprunaliga varð til.

Joe Carter er ein av ritstjórunum á The Gospel Coalition. Hann er eisini hjálparprestur í McLean Bible Church í Arlington, Virginia. 

Kelda: tgc.org