No more no less

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Fyri nøkrum árum síðani var eg saman við nógvum øðrum føroyingum í Hollandi til eina ráðstevnu fyri ung, ið snúði seg um missión. Høvuðstemað á ráðstevnuni var á enskum: ”No more, no less”, ið merkir “hvørki meira ella minni”. Tað er einki, tú kanst gera, fyri at Gud skal elska teg meira. Hinvegin er tað heldur einki, tú kanst gera, fyri at Gud skal elska teg minni. Gud elskar teg, júst sum tú ert. No more, no less.

Í Guds orði eru ymiskar reglur og ávísingar. Sum kristin kunnu hesar reglur ella lógir tykjast heldur møtimiklar, ja enntá óuppnáiligar. Kenslan av at vera við undirlutan, at vera eitt miseydnað Guds barn og so framvegis, kann lættliga fáa takið á okkum. Eg átti at biðið meira. Eg átti at lisið meira. Eg átti at møtt betur upp í kirkju og á møti. Listin kann vera langur, og vit fáa enn størri samvitskubit.

Men hetta er frá okkara sjónarhorni. Ikki tí, Gud ynskir sjálvandi, at vit lýða hansara boð, brúka tíð saman við honum, lesa í hansara orði og biðja til hansara. Men Gud elskar okkum ikki minni, hóast vit ikki altíð megna tað, sum vit áttu. Hansara kærleiki er fullkomin og støðugur.

So kemur ein ítøkilig avbjóðing: Missiónsvikur eru í hesum døgum kring landið. Summar eru lidnar, og summar standa fyri durunum. Latið okkum biðja um veking. Men ikki bara tað. Vit mugu eisini vera til reiðar til eina veking. Tí áttu vit at biðið um, at vekingin má byrja í okkum sjálvum. Latið okkum biðja um, at tað orðið, sum er og verður sáað má bera góða frukt. Kanska skuldu vit eisini boðið onkrum, vit kenna at koma við til missiónsviku?

Tað er kanska ikki altíð, at vit kenna okkum at strekkja til sum kristin. Men er tað so, at vit hava gjørt íløgur í bøn og bíbliulesnað, so koma vit eisini at kenna eina serliga signing í okkara lívi. Andligur vøkstur byrjar í tí smáa. Eru vit trúgv har, í loynikamarinum, so sprettur lívið við vissu av nýggjum.

Vit vita, hvat Gud orð sigur. Tað krevur nakað av okkum. So er tað, at vit hava valmøguleikan. Vit kunnu hoyra tað og lata tað fara framvið. Ella vit hoyra tað og gera eftir tí. Um hetta seinna sigur Bíblian, at tað menniskjað, sum hoyrir orðið og ger eftir tí, skal líknast við ein vitugan mann, sum bygdi hús sítt á hellubotn. Og øvut, gera vit ikki eftir orðinum, líknar Bíblian okkum við ein fávitskutan mann, sum bygdi hús sítt á kyksendi. Tá ið so glopraregnið kemur, vita vit, hvat hús fer at standa.

Gud ynskir, at vit vaksa sum kristin. Men vit mugu ongantíð gloyma hetta grundleggjandi: Guds kærleiki er fullkomin og støðugur, no more no less.