Nógv ung virkin í útimissión
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.
So nærkast summarið, og fleiri okkara hava helst lagt ætlanir um, hvat summarið skal brúkast til. Nøkur skulu í útlandið at ferðast, og onnur ferðast heima í Føroyum. Heimamissiónin bjóðar eisini nógv ymiskt spennandi og mennandi fram. Tær mongu vælumtóktu barnalegurnar eru fastur táttur á hvørjum ári, og gleðiligt er at síggja, at leguluttakaratalið økist hvørt ár. Har eru bæði ítróttalega, náttúrulega, tónleikalega (í heyst) og nógvar aðrar spennandi legur at velja ímillum. Eisini verður nógv gjørt burturúr ungdómsleguni, sum verður í august, og fyri at sleppa á tað leguna, er neyðugt at tekna seg tíðliga, tí hon plagar at vera sera væl umtókt. Og so er deiliga, hugnaliga familjulegan eisini á skránni sum vant.
Umframt hetta er nógv spennandi at fara til uttanlands, og tíbetur eru eisini nógv føroysk ung og vaksin, sum eru við til hesi tiltøk. Á heimasíðuni mission.fo kunnu vit millum annað lesa: “Í fleiri ár hava missiónsfólk kring landið luttikið í stutttíðarmissión ymsastaðni kring heimin. Hetta hevur verið ígjøgnum toymisferðir, umborð á Logos Hope, á legum, at virka saman við trúboðarum og mangt annað – alt frá 2 vikum upp í 1 ár. Ein av høvuðssamstarvsfeløgunum hjá Heimamissiónini er Operation Mobilization, ið virkar í 110 londum kring heimin.
Við stutttíðarmissión fær ein møguleika at royna seg í tænastu í eitt avmarkað tíðarskeið. Endamálið er at fáa innlit og eggjan til at virka víðari fyri, at gleðiboðskapurin kemur út til tey ónáddu fólkasløgini.”
Spennandi er at síggja, at mong ung í løtuni fyrireika seg til at fara út í stutttíðarmissión gjøgnum millum annað OM. Eisini eru fleiri, sum hava sett longri tíðarskeið av til útimissión við til dømis at fara umborð á Logos Hope ella hjálpa til aðrastaðni, har neyðin er stór. Hesi virkisfúsu fólk hava brúk fyri stuðli. Bæði fíggjarliga og ikki minst andliga. Tað er sera týdningarmikið, at vit, sum eru eftir í Føroyum, minnast til tey í bønum okkara. Okkara land og okkara kirkjur og missiónshús kring landið gerast so nógv ríkari av at sleppa at vera við til at stuðla teimum, sum fara út. Tey geva, meðan tey eru úti, men tey geva so sanniliga eisini nógv, tá ið tey koma heim aftur. Tí er umráðandi, at vit eggja okkara ungu at vera við í útimissión og stuðla teimum alt tað, vit kunnu. Og vit kunnu helst ikki siga annað enn, at tey hava “yvirhálað” okkum gomlu, sum mangan hava heldur tungt við at fara út. Tíbetur eru mangir ymiskir missiónsmøguleikar, og tí er møguligt at royna seg við stutttíðarmissión fyrst, fyri síðani at velja at halda fram ella fara onkra aðrastaðni aftaná. Og eisini tað hava fleiri føroyskir ungdómar gjørt. “Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar” lesa vit í Matteus 28,19, og tað fantastiska er, at tað gera vit ikki einsamøll: “sí, eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda” (Matt 28,20).
Ja, summarið nærkast. Latum okkum tí við gleði og frímóði stuðla øllum teimum, sum á ein ella annan hátt hava tørv á okkum. Bæði her heima og uttanlands.