Nú er aftur sunnudagsskúli í Oyndarfirði

Eingin sunnudagsskúli hevur verið í Oyndarfirði seinastu umleið 20 árini. Nú sleppa børnini í bygdini aftur í sunnudagsskúla.

Sunnudagsskúlin í Oyndarfirði tók seg upp í bygdini í 1921. Tann, sum fyrst fór at halda sunnudagsskúla, var Magnina Eidesgaard. Fleiri komu henni skjótt til hjálpar. Í gomlum skjølum sæst, at í 1935 hava verið 4 sunnudagsskúlalærarar við 35 børnum.

Í fyrstani varð hetta nevnt barnamøti og tey hildu til í køkinum hjá Magninu. Seinni fóru tey í skúlan, har eisini missiónsmøtini vóru hildin.
Tá ið missiónshúsið varð bygt og vígt í oktobur mánaði í 1945, vóru missiónsmøtini og sunnudagsskúlin fluttir hagar.

Í dag vísir fólkayvirlitið, at tað búgva uml. 120 fólk í Oyndarfirði og barnatalið hevur verið minkandi í nógv ár.

Sunnudagsskúli og barnaringur

Tað er Tórun Poulsen, sum fyri 4 vikum síðani, tók stig til at byrja aftur við sunnudagsskúla í missiónshúsinum í bygdini. Afturat sær fekk hon Ingeborg Klein at hjálpa við sanginum.

LES EISINI  Nú byrjar sunnudagsskúlin aftur

– Mítt ynski er, at boða børnunum tað góða orðið um Jesus og læra tey sangirnar vit syngja í sunnudagsskúlanum, sigur Tórun.

Sunnudagsskúli er hvønn sunnudag kl. 14.30 og tey eru 9 børn. Tey eru frá 2 til 9 ára gomul. Eisini eru vitjandi og nøkur foreldur koma við børnunum.

Arbeiðið í sunnudagsskúlanum í Oyndarfirði fer fram sum flest aðra staðir: sangir, bøn, bíbliulestur við frágreiðing t.d. um Jónas, Sakkeus og enda við Faðir vár.

Tórun hevur eisini skipað fyri barnaringi í fleiri ár. Tað hevur verið steðgur í 2 ár, men ætlanin er, at byrja aftur í oktobur, sigur Tórun við Trúboðan.

Vit ynskja teimum Guds ríku signing við arbeiðinum í missiónshúsinum í Oyndarfirði.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina