– Nú vil eg lata meg doypa
Lakshmi Karmakar hevði mist alla vón um at sleppa av við ræðuliga magapínu, sum hon hevði stríðst við í mong ár. Ongin lækni kundi hjálpa henni. Men so møtti hon Elsinu, sum bað til Jesus fyri henni.
Lakshmi býr í einum neyðarsligum húsi við moldgólvi og blikktaki í bygdini Veladangi í Bangladesh. Tá hon brádliga gjørdist álvarsliga sjúk, byrjaði ein vónleys leitan eftir hjálp.
– Magin var harður sum ein steinur, og pínan var støðug, greiðir hon frá. Eg gekk frá lækna til lækna, men eingin fann út av, hvat mær feilti.
At enda leitaði hon sær hjálp frá einum staðbundnan gandadoktara. Har fekk hon boð um at fáa fatur á onkrum kostnaðarmiklum tilfari, sum skuldi brúkast í einum grøðingarrituali.
Men Lakshmi hevði ongar pengar. Í vónloysi fór hon at biðja um hjálp í bygdini.
– Eg havi ongar pengar, men eg kann biðja
Ein dagin gekk hon framvið kirkjuni í bygdini. Hon visti ikki rættuliga, hvat hon leitaði eftir – bara at hon hevði brúk fyri hjálp. Í kirkjuni møtti hon Elsinu – ein staðbundin kvinna í bønartænastuni ‘Woman Prayer Network’.
– Kanst tú geva mær pengar? spurdi Lakshmi varliga.
– Eg havi ongar pengar, svaraði Elsina.
– Men eg kann biðja til Jesus fyri tær.
Elsina legði hondina á magan hjá henni og lyfti eyguni móti himli.
– Í Jesu navni, bað hon spakuliga.
Lakshmi kendi, at okkurt broyttist. Pínan minkaði eitt sindur.
– Kanst tú biðja eina ferð afturat? spurdi hon spent.
Elsina bað aftur. Hesa ferð varð pínan burtur. Lakshmi fór á føtur, andaði djúpt og smíltist fyri fyrstu ferð í langa tíð. Hon var grødd!
– Nú vil eg lata meg doypa
Í dag er lívið hjá Lakshmi broytt. Hon hevur tikið við trúgv á Jesus Kristus og tað sigur hon frá allastaðir og til øll sum vilja hoyra.
– Eg havi sagt allari bygdini frá, hvussu Jesus grøddi meg, sigur hon. Nú vil eg lata meg doypa!
Kelda: Normisjon
Ásbjørn Jacobsen
