Nýggj heimasíða: Ert tú vaksin upp í einum heimi við rústrupulleikum?

Ein nýggj heimasíða kom í gjár út til børn og ung, sum hava tað trupult orsakað av, at rúsdrekka ella rúsevnir fylla ella hava fylt ov nógv í familjuni. Talan er um tilboðið Øll hava rætt til góð barnaár, sum er eitt ókeypis tilboð til børn, ung og alla familjuna.

Øll hava rætt til góð barnaár er eitt tilboð hjá Bláa Krossi Føroya, ið byrjaði í 2012, og støðugt hevur ment seg ígjøgnum árini. Talan er ikki um rúsviðgerð, men at hjálpa teimum, sum eru avvarðandi hjá einum við rústrupulleikum. Hesi kunnu t.d. vera foreldur ella systkin.

Nýggja heimasíðan vísir á ymsu tilboðini, sum eru til børn, ung og familjur – m.a. við fleiri stuttum filmsbrotum. Eisini hevur nýggja síðan eitt dulnevnt kjatt, har ein og hvør kann seta spurningar ella bara kjatta um tað, sum ein gongur og hugsar um. Tey, sum svara á kjattinum, eru starvsfólk hjá Øll hava rætt til góð barnaár.

LES EISINI  Blái Krossur skipar bólkar fyri børn og ung í familjum við rústrupulleikum

– Vit bjóða børnum og ungum bólkar, har tey saman við javnaldrandi kunnu práta um tankar, kenslur og upplivingar í samband við rústrupulleikan, sigur Alisa Hammer, leiðari á Øll hava rætt til góð barnaár. Vit bjóða eisini familjusamrøður til at styrkja um gerandisumhvørvið hjá børnunum, og soleiðis geva teimum betri útlit til góð barnaár, hóast trupulleikar við rúsi eru til staðar. Afturat tí bjóða vit børnum, ungum, og øðrum avvarðandi, ið hava tørv á tí, einstaklingassamrøður.

“At møta børnum, sum hava tað líka sum eg, hevur gjørt, at eg ikki kenni meg so einsamalla meira. Nú skilji eg, at tað er ikki mín skyld, at mamma drekkur.” (Genta, 10 ár)

Hvat er ein rústrupulleiki?

Mett verður, at áleið 1200 børn og ung í Føroyum (0-18 ár) vaksa upp í heimi, har rúsur er ein trupulleiki.

– Vit arbeiða eftir teirri fatan, at rúsanin er ein trupulleiki, um nýtslan ávirkar tey sambond, uppgávur og funktiónir, sum hoyra einari familju til, sigur Alisa Hammer, leiðari. Hetta er til dømis, tá ið rúsnýtslan hjá foreldrunum ger, at tey ikki megna at hava eitt gott og støðugt samband við síni børn.

LES EISINI  COVID-19: Vit mugu ansa væl eftir útsettum børnum og ungum hesa tíðina.

Fyrra hálvár 2020 hevði Øll hava rætt til góð barnaár 7 bólkar, har 52 børn og ung luttóku – deilt upp eftir aldursbólki. Harumframt hava 86 familjur fingið ráðgeving ella hjálp umvegis ókeypis tilboðið.

Einki krav er um, at tann við rústrupulleikanum skal hava verið í viðgerð. Um tey hava verið í viðgerð, er onki krav um hvar viðgerðin skal vera farin fram. Tað krevst eingin ávísing fyri at luttaka í tilboðnum, og tað ber eisini til at luttaka, hóast tann við rústrupulleikanum ikki hevur rúsað seg í longri tíð. Nógv børn og ung uppliva, at hóast viðkomandi ikki rúsar seg longur, eru avleiðingarnar og tann neiliga ávirkanin á tey avvarðandi enn til staðar.

Jólamerkjagrunnurin hevur stuðlað Øll hava rætt til góð barnaár við nýggju heimasíðuni.

Vitja nýggju heimasíðina her (Barnaár.fo)

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina