Nýggj leiðsla í barnaringinum
-Sum 14 ára gomul, fekk eg eitt kall til útimissión og valdi tí eina útbúgving, sum kundi nýtast í hesi tænastu, um Gud vildi, at eg skuldi fara sum trúboðari til Afrika. Sum tíðin gekk, og eg varð gift einum sjómanni, fjaraði útimissiónskallið eitt sindur.
– Men í 1976 kom kallið kraftmikið aftur til mín; men tá dugdi eg illa at síggja meg sum trúboðara í Afrika við einum skiparaog tveimum smáum børnum. Eg og maðurin bóðu nógv fyri hesum. Ein dagin ringdi maðurin frá skipinum og segði, at er hetta títt kall, so komi eg við. Tá fell líkasum ein friður yvir meg, og eg sá eina aðra síðu av kallinum:
Kallið til at virka heima fyri teimum, sum fara út á missiónsmarkina.
Tað sigur Marjan Nielsen, sum í útvið 38 ár hevur verið leiðari av útimissiónsbarnaringinum í Tabor á Toftum.
Byrjaði í Havn
-Tá kallið kom aftur, búðu vit í Havn. Har var eg við til at byrja ein Sudanmissiónsbarnaring í Vesturkirkjuni, sum seinni flutti niðan í KFUK. Tá vit so fluttu inn á Nes, var eg við til at byrja útimissiónsbarnaringin í 1983. Tað høvdu verið tveir genturingar á Toftum, men har var stígur komin í, so stýrið fyri Tabor sá tað sum Guds leiðslu at byrja ein útimissiónsbarnaring,- sigur hon.
Gud hevur signað
– Eg tosaði so við nøkur fólk um at byrja barnaringin; og vælvildin og undirtøkan var góð; og tað hevur hon verið øll árini. Barnaringurin hevur frá byrjan av verið bæði fyri gentum og dreingjum, og undirtøkan hevur verið sera góð. Í miðal hava umleið 100 børn møtt upp øll árini, pluss einir 30-40 leiðarar. Aldursmarkið hevur verið frá fimm árum og upp til 14 ár.
– Vit hava sungið, hoyrt Guds orð, hoyrt frá útitrúboðarunum, havt barnakór, havt juniorbólk og gjørt nógv handaligt arbeiði; so tað hevur verið eitt gleðiligt, áhugavert og sera gevandi arbeiði, sum Gud í síni náði hevur signað.
Tað eru fleiri ár síðani, at innsavnaði peningurin í Barnaringinum rundaði milliónina, og teir eru sendir til útitrúboðararnar, og seinnu árini eisini til SAT-7 sjónvarpsstøðina í Miðeystri, sigur Marjan Nielsen.
Tríggjar fyri eina
-Mamma, sum hevur verið leiðari fyri barnaringin í útvið 38 ár, hevur ynskt at fingið ein avloysara nú í nøkur ár. Tá eingin nýggjur leiðari er komin, so hava vit tríggjar, Helena Hansen, Jannet Højgaard og eg, tosað saman; biðið fyri tí og so bjóðaðokkum til at vera nýggj leiðsla. Vit vóna eisini, at hini í nevndini og teir mongu leiðararnir annars, framhaldandi koma at verða virkin í hesum týdningarmikla arbeiði.
Tað sigur Anna Maria Kass Henriksen á Nesi, sum er vid í nýggju leiðsluni fyri útimissiónsbarnaringin í Tabor á Toftum.
-Vit hugsa ikki um stórvegis broytingar, tí arbeiðið gongur væl. Støðan við koronu, ger, at vit ikki kunnu enda sum vanligt, tí tá hava vit ofta verið omanfyri 200 fólk.
Barnakórið hevur verið knýtt at Barnaringinum í mong ár, og tað fer tað framhaldandi at gera. Jannet fer at taka sær, serliga av kórinum. Helena fer at taka sær av tí kreativa partinum; og so skal eg royna at savna træðrirnar og biðja fólk hava bíbliuorðið ella at siga frá um, til dømis, útimissión, sigur hon.
Byrjar aftur 7. oktober
-Vanliga koma umleið 100 børn í barnaringin, og einir 30 leiðarar hjálpa til. Barnaringurin byrjar aftur 7. oktober og verður so annanhvønn mikudag frá kl.17.30 til 19.00. Fyrsta hálva tíman eru øll saman í stóra sali um sang, bíbliuorðið, frásagnum og øðrum. So vera børnini deild upp í aldursbólkarog fara í ymisk rúm, har tey gera ymiskt handaligt, sum verður selt, og peningurin fer til útimissión.
Endað verður við Faðirvár og sangi.
Endamálið við útimissiónsbarnaringinum, er at boða Guds orð her heima og úti í verð. Tí stuðlar barnaringurin útitrúboðarunum og SAT- 7, bæði fíggjarliga og við forbøn. Eru útitrúboðarar heima, so royna vit at fáa teir at vitja barnaringin og siga frá arbeiðinum bæði við orðum ogmyndum. Tað dámar bæði børnum og vaksnum væl,- sigur Anna Maria K. Henriksen..