Føddur hindu prestasonur í India –nú kristin skúla- og barnaheimsleiðari í India
Í døgunum 11.-26.november 2023 vitja Anbu og Barbara Rajamani í Føroyum. Í dag rekur hann eitt kristið barnaheim, fleiri kirkjur og ein stóran skúla.
Hjúnini Rajamani ferðast hesar dagar ímillum oyggjar okkara fyri at boða frá, hvussu Harrin virkar sterkt í hasum parti av heiminum, og mong taka við trúgv á Jesus Kristus. Fleiri avtalur eru gjørdar, men tey dylja ikki yvir, at tey fegin vilja út í fleiri kirkjur og missiónshús í Føroyum við teirra boðskapi og at tey helst vilja hava fulla skrá, meðan tey vitja á okkara leiðum.
Søga teirra stutt fortalt:
Anbu Rajamani hevði tað ikki lætt. Uttan virði og tign var hann fangaður í indiskari gudsdyrkan og tilbiðjan af mongu gudum teirra.
”Vit tilbóðu steinar, slangur og trø,” greiðir Anbu Rajamani (*1975) frá um síni barnaár. Sum sonur til ein hinduistiskan prest varð hann føddur í deilstatinum Tamil Nadu inn í lægstu sosialu stættina í India, dalittar, ið eisini eru kendir sum kastuloysingar. ”Í Indiu verða vit roknað sum einki verd, virðisleys.”
Á Barnaheiminum
”Tá pápu mín gjørdist sjúkur, kundi eingin av teim 3 milliónum hindu gudunum grøða hann.” Anbu varð vónbrotin. ”Var tað veruliga eingin Gud, ið legði í ein prest?” spurdi hann seg sjálvan. ”Mamma mín gjørdi alt, hon kundi fyri at fáa til vega pengar til neyðugu læknehjálpina. Loksins var ikki eitt oyra eftir. ” Tá Anbu var seks ára gamal góvu foreldur hansara hann og bróður hansara til eitt kristið barnaheim. So kundu brøðurnir í hvussu so er yvirliva.
”Eg upplivdi ein frið á barnaheiminum. Eg hevði alt, eg hevði tørv á fyri at liva, og eg upplivdi eina viðurkenning.” Sum dalit-drongur var Anbu ikki vanur við hetta. Kristin vóru øðrvísi enn øll tey menniskju, hann fyrr hevði møtt.
Nýtt lív
«Á barnaheiminum tilbað eg enn slangur og steinar sum vanligt. Men har hoyrdi eg eisini um ein almáttigan Gud, ið alt hevði skapt. Einaferð um árið lærdu børnini nógv um kristnu trúnna á einari summarlegu. Tá eg gjørdist 18 ár gjørdist henda hending lívsumbroytandi fyri Anbu. ”Eg gjørdist djúpt rørdur av orðum Esajas úr 49,9-10: ”til at siga hinum fjøtraðu: »Gangið út!« teimum, sum í myrkri sita: »Komið út í ljósið!« Fram við vegnum finna tey gras og beitilendi á hvørjum naknum hóli. Tey skulu hvørki hungra ella tysta, og ikki skal hitin ella sólin saka tey, tí at miskunnari teirra vísir teimum veg og leiðir tey at kelduvaði.”
Tá Anbu hoyrdi hesi orðini fylti ein ókend gleði hann og frá sama degi at rokna gjørdist lív hansara aldri tað sama men broyttist fyri altíð.
Ein dalittur verður altjóðagjørdur
”Eg vil liva heilt og fult fyri Jesusi,” gjørdi Anbu av og varð tí doyptur. Fyri at kunna tæna sum trúboðari lærdi hann ymisk mál og ferðaðist runt í India í 1990’unum, har hann lutaði sína trúgv við mong í India. Í 1997 – 2001 tók hann gudfrøðiligt embætisprógv og ferðaðist hereftir runt á einum OM-hjálpiskipi í tvey ár, har hann boðaði kristnitrúnna í ymsum londum. Hesi árini umborð fekk hann eisini altjóða vinir, millum annað føroyingar og sveisisku Barbaru, sum hann eisini giftist við í 2012.
Aftur til dalittarnar
Aftaná sína tíð hjá OM arbeiddi Anbu á KT-økinum. Men so kallaði Gud hann út úr síni ”komfort sonu” og í tænastu millum dalittar. ”Eg fór úr mínum sera góða starvi fyri at luta gleðiboðskapin til tey fátækastu.” Hann var tá vorðin fullkomiliga bundin at dagligu og neyðugu gávunum frá Gudi. ”Eg svav ofta úti á gøtuni, tí mítt lítla, leigaða kamar altíð var stúgvandi fult av heimleysum børnum.” Kamar Anbus var brádliga eins og eitt barnaheim.
”Aftaná at vinir úr Evropa vitjaðu meg og sóu, hvat eg gjørdi, stuðlaðu tey mær og mínum arbeiði fíggjarliga.” Eftir hetta gjørdist alt lættari. Anbu var førur fyri at breyðføða børnini og fekk enntá seinni møguleika fyri at keypa eitt jarðarstykki. Her lat hann byggja eitt barnaheim, Grace Home. Han var nú vorðingiftur við Barbaru, ið virkin stuðlaði honum.
Í dag kann Anbu geva til onnur tað, hann sjálvur fekk sum barn. Hann gevur dalittunum eitt heim, møguleikar at taka eina góða útbúgving og hann lutar trúgv sína við tey. Hesi seinnu árini hevur Anbu eisini verið við til at stovnað fleiri kirkjur.
Mótstøða og gjøgnumbrot
Nógvir hinduar viðurkenna Grace Home sum eitt friðarstað. Bíðilistar eru fyri familjur, ið fegin vilja senda børn teirra á henda skúla. ”Familjur úr lægri stættum senda eisini børn teirra til okkara og fólk úr hægri stættum vísa serligan áhuga fyri okkara arbeiði. Vit vóna tey skjótt fara at geva seg í part við okkum.” Anbu er glaður, tá menniskju koma til trúgv á Jesus. Foreldur hansara komu eisini til trúgv eftir at Anbu hevði biðið fyri teimum í 32 ár.
Men mótstøðan er eisini vaksin seinnu árini. ”Stjórnin leggur trýst á okkum. Tað var eitt undur, at vit fingu loyvi og møguleika at byggja ein bygning.” Einaferð um árið og hvørt ár hevði Anbu fyri neyðini at endurnýggja teirra skúlalisens ella undirvísingarloyvir óneyðuga ofta á ymsum skrivstovum. India vil gerast ein hinduistiskur statur og kristin har uppliva økta mótstøðu. ”At fáa pening frá útlandinum er eisini vorðin ein avbjóðing.”
Altjóða felagsskapir vórðu útvístir úr landinum. Tað krevur vísdóm og alt fleiri undur at gera framstig her. ”Í mínum øki vórðu prestar tiknir av døgum og kirkjur vórðu brendar niður. Trýstið er støðugt hækkandi.”
Skoan út í framtíðina
”Frelsan varð boðað okkum ókeypis frá Gudi. Tað er eisini tí, vit luta hetta til menniskju, sum als ikki kunnu rinda nakað aftur.” Dalittar hava ikki loyvi at fáa sær vatn úr almenna brunninum. ”Vit hava eina vatnkeldu á okkara jarðarøki og vit bjóða ókeypis vatn til øll. Menniskju úr høgum stættum heinta eisini vatn her hjá okkum.” Sum drongur varð Anbu noyddur til at sita aftast á gólvinum í skúlanum, men í dag kann hann deila við øll. ”Eg vil fegin síggja, at vit øll eru líka.”
Grace Home Ministry-skúlin, Rainbow, lat upp fyri fyrstu ferð í juni 2022 við fimm skúlaflokkum og vit vænta ein støðugan vøkstur komandi árini. Eftirspurningurin er sera stórur. Næsta ár hevur Anbu ætlanir um at byrja eina sjúkrasystraútbúgving, millum annað fyri at stríðast móti barnahjúnabondum. ”Við eini góðari útbúgving kunnu vit hjálpa ungum gentum at gerast sjálvstøðugar”. Anbu hevur áður boða gleðiboðskapin og fortalt um virki teirra í øðrum londum, eitt nú í IM Missiónshúsinum í Hjørring og aðrastaðni í Norðurjyllandi.
Um tit vilja hoyra meira um hetta og koma í samband við Anbu, so vinarliga ringið 509343 ella 913040