Nýggj strategi fyri Kirkjuligu Heimamissiónina góðkend

Tann 1. august 2023 tók nýggjur formaður við í høvuðsstýrinum í Kirkjuligu Heimamissiónini. Fyrsta uppgávan var at seta nýggjan aðalskrivara og var Jákup Brúsá settur í starv tann 1. september. Síðani varð lagt til brots at leggja eina nýggja strategi fyri at samla rørsluna um eitt felags stevnumið komandi árini.

Strategi tilgongdin byrjaði beinanvegin í september sama ár. Fyrsta átakið í tilgongdini var at møta øllum lokalum leiðslum í rørsluni runt landið. Á hesum fundinum varð ætlanin løgd fram, og eisini hvussu tilgongdin fór at verða.

Nú eftir gott hálvtannað ár er leiðslan komin á mál og varð nýggja strategiin 2030 góðkend á høvuðsstýrisfundi í Havn mánadagin 24. mars.

– Vit fegnast í leiðsluni um, at tilgongdin hevur gingið so sera væl, sigur Heri Kjærbo, formaður í høvuðsstýrinum fyri Kirkjuligu Heimamissiónina. Undirtøkan hevur verið stór og góð, og væl er arbeitt av lokalum leiðslum og missiónsfólki í rørsluni, sum hava møtt væl upp til allar fundir og verkstovur. Grundtankin hevur allatíð verið, at bjóða allari rørsluni at ávirka, og tey, sum ynskja at ávirka, møta upp og luttaka í tilgongdini.

LES EISINI  Háskúlin í Nesvík tikin av fíggjarlógini fyri komandi ár

Í tilgongdini hava stýrini kring landið verið saman fleiri ferðir. Eisini hava forfólkini verið saman fleiri ferðir. Landsnevndir og starvsfólkini hava eisini verið saman í tilgongdini og hevur ein almennur fundur verið í Nesvík, har øll høvdu møguleika at seta sítt fingramerkið á strategina frameftir.

Leiðslan hevur valt leistin at fasilitera tilgongdina, so at nýggja strategiin er eitt úrslit av tí, sum missiónsfólk runt landið sjálvi hava verið við til at gjørt. Aðalmálið hevur verið at samla rørsluna og lata øll í rørsluni seta sítt fingramerkið á framtíðarætlanirnar í trá við visjónina og missiónina hjá rørsluni.

Nýggja strategiin – Strategi 2030 hjá Kirkjuligu Heimamissiónini – verður løgd fram á komandi Ársmøti í Nesvík tann 17. mai 2025, og tá verður hon eisini almenn.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina