Nýggjar andaktsbøkur
Fyri stuttum komu tvær nýggjar andaktsbøkur út á Lohses Forlag. Hesar bøkur eru nú at fáa á manna.fo.
Talan er um bøkurnar: På vej til Emmaus I – januar til juni og På vej til Emmaus II – juli til desembur.
Nøkur orð um andaktsbøkurnar
Teir báðir lærusveinarnir, sum páskamorgun vóru á veg til Emmaus, fingu – uttan at teir í fyrsta umfari vistu av tí – vitjan av tí upprisna Jesusi. Og so fingu teir ein bíbliutíma, sum mong kristin síðani tá hava misunt teimum, har Jesus greiddi teimum frá tí, sum stóð um hann í allari Skriftini.
Vit vita ikki nágreiniliga, hvørjar bíbliutekstir Jesus tók støði í hendan dagin, men tað er neyvan ivi um, at hann hevur verið í mongum av teimum støðunum, sum Niels Jørn Fogh skrivar um í hesi andaktsbókini.
Gjøgnum hesi gjølla útvaldu skriftbrot úr øllum bíbilsku skriftunum, vísir hann á hann, sum alt snýr seg um: tann upprisna Kristus, sum møtti teimum báðum monnunum á veg til Emmaus, og sum eisini ynskir at møta einum og hvørjum av okkum í dag.
Bøkurnar kunnu keypast her:
På vej til Emmaus I: På vej til Emmaus I – januar – juni— Manna.fo
Prísur kr 300,00
På vej til Emmaus II: På vej til Emmaus II – juli – december— Manna.fo
Prísur kr 300,00
Kristianna Johannesen


