Nýggjársdag fer Jesus undir okkara byrðu
Hví halda vit gudstænastu nýggjársdag? Er tað ikki ein verðsligur merkisdagur? Soleiðis minnist eg, at lærari okkara í liturgikki á Pastoralseminariinum í Keypmannahavn spurdi, retoriskt. Tí hann svaraði sjálvur: Nýggjársdagur er eisini ein kirkjuligur høgtíðsdagur, tí hann er áttandi jóladagur, tá vit hátíðarhalda, at Jesus varð umskorin og fekk navnið Jesus.
“Og tá ið átta dagar vóru lidnir, og hann skuldi verða umskorin, tá varð navn hansara kallað Jesus, soleiðis sum tað var kallað av einglinum, áðrenn hann var gitin í móðurlívi” (Luk 2,21).
Prædikuteksturin til nýggjársdag er stytsti prædikutekstur í kirkjuárinum. Bert eitt einstakt vers. Men her er nóg mikið at koma saman um til gudstænastu! Og eisini nóg mikið at liva uppá alt árið! Tí tað er boðskapurin um navnið Jesus. Og í bíbilskari fatan er navnið persónurin, tað er alt tað, persónurin er og stendur fyri.
Longu tá Gabriel eingil vitjaði Mariu og segði henni, at hon skuldi verða við barn og eiga ein son, segði hann, at drongurin skuldi eita Jesus. “Hann skal verða stórur og verða kallaður sonur hins hægsta, og Gud Harrin skal geva honum hásæti Dávids, faðirs hansara; og hann skal verða kongur yvir ætt Jákups allar ævir, og á kongadømi hansara skal eingin endi verða” (Luk 1,32-22).
Navnið Jesus er ein styttur formur av Jósva, sum merkir “Harrin frelsir” ella “Harrin er frelsa”. Tí sum eingil Harrans eisini segði við Jósef í dreymi: “Og hon skal føða ein son, og Jesus skalt tú kalla navn hansara, tí at hann skal frelsa fólk sítt frá syndum teirra” (Matt 1,21).
At hesin vikugamli drongurin fekk navnið Jesus, samstundis sum hann varð umskorin, var ikki bara ein jødisk siðvenja. Tí Jesus varð nevniliga á henda hátt lagdur undir Móselógina, eins og allir aðrir jødar.
Hann skuldi halda alla lógina og forskriftir hennara. Men hann skuldi gera tað, fyri at seta okkum í frælsi frá lógartrældómi – øll tey, ið trúgva á hann, bæði jødar og heidningar.
Sum Paulus skrivar í Galatabrævinum: “Men tá ið fylling tíðarinnar kom, sendi Gud son sín, føddan av kvinnu, føddan undir lóg, til tess at hann kundi keypa tey leys, sum vóru undir lóg, so at vit kundu fáa sonarættin” (Gal 4,4-5). Hann uppfylti alla lógina, men fekk sjálvur ikki ágóðan av tí. Nei, hann býtti um pláss við okkum. Hann gav okkum allan ágóðan av fullkomna lýdni sínum, og tók ístaðin alt okkara ólýdni á seg og doyði tí ein pínufullan og eyðmýkjandi, ja, mannminkandi deyða í okkara stað.
Tí snýr tað seg um at seta alt sítt álit á Jesus, og ikki at halda, at vit nokk skulu klára at svara fyri okkum sjálv á tí eina degi. Tí sum Paulus eisini skrivar til galatar, er tað ein fullkomiliga vónleys uppgáva: “Tí at so mangir, sum halda seg til lógargerningar, eru undir banning; tí at skrivað er: “Bannaður er hvør tann, sum ikki heldur fast við alt tað, sum skrivað er í lógbókini, so at hann ger eftir tí.” Men at eingin verður rættvísgjørdur fyri Gudi við lóg, tað er skilligt, tí at hin rættvísi skal liva við trúgv. Men lógin spyr ikki um trúgv, men heldur “tann, sum ger eftir hesum, skal liva við tað.” Kristus keypti okkum undan banning lógarinnar, við tað at hann varð banning fyri okkum, – tí at skrivað er: “Bannaður er hvør tann, sum á træi hongur” – fyri at signing Ábrahams kundi koma til heidningarnar í Kristi Jesusi, so at vit við trúnni kundu fáa fyrijáttan andans” (Gal 3,10-14).
Hetta frælsið kom Jesus fyri at vinna okkum. At hann gekk inn undir hesa tungu byrðu, sum einki annað menniskja í allari heimssøguni nakrantíð hevur megnað at bera – og at hann gjørdi tað fyri okkara skuld, í okkara stað. So at hann í grundini eisini hevur uppfylt alla lógina, øll lógarinnar rættvísu, men strangu krøv fyri okkum. Hetta frælsið hátíðarhalda vit áttanda jóladag.
So gevur tað kortini øgiliga góða meining at halda nýggjársdag sum ein kristnan høgtíðardag! Tí her fór hann undir verkið – nýføddi drongurin, sum var Guds einborni sonur sjálvur. Verkið, sum hann góð 30 ár seinni fullgjørdi á krossinum. Soleiðis sum himmalski faðir hansara eisini alment váttaði við at reisa hann upp frá deyðum páskamorgun.
Hesi lyfti kunnu vit taka við okkum inn í nýggja og ókenda árið! Tí so frægt vita vit um tað ókenda árið, at hvønn dag, sum Gud gevur okkum, hava vit tørv á, at ein annar ber okkara byrðar!
At ein annar – ein fullkomin og reinur og heilagur – ber revsingina fyri okkara syndir, føll og misbrot. So at vit – í trúnni á hann – kunnu ganga fullkomiliga frí. So at vit kunnu anda frítt. Og so at vit kunnu njóta Guds treytaleysa smíl móti okkum. Okkum, sum eru elskaðu barn hansara fyri sonar hansara Jesu Krists skuld eina.
Gott nýggjár – í Jesu navni!