Nýtt danskt frálærutilfar skal seta sjóneykuna á kyn

Á heimasíðuni jegerkøn.dk er eitt spildurnýtt frálærutilfar um kyn og kynslív, bygt á kristin virðir, júst vorðið alment. Ætlanin er, at tað skal vera eitt alternativ til onnur undirvísingarupplegg.

Nýggja tilfarið er viðvíkjandi virðum eitt alternativ til verandi tilfarið frá millum annað Sex og Samfund, greiðir Gitte Rasmussen, landsleiðari fyri familjuarbeiðnum hjá Indre Mission í Danmark, frá.

– Tað eru einans tvey kyn, men tað eru nógvir hættir at vera maður og kvinna. Vit halda, at kynini eru positivar kategoriir, sum kunnu geva persónligu menningini samleika og kós. Vit halda, at vit við nýggja tilfarinum kunnu vísa kynsuppalingini á ein betri veg. Tilfarið vegleiðir børnini til at fáa eitt positivt og forvitið forhold til sín kropp og seksualitet, har tey læra at virðismeta sínar unikku eginleikar, tá tað kemur til kropp og persónmensku, sigur hon og nágreinar:

– Tilfarið byggir á ta grundfatan, at óbindandi sex ikki er gott fyri okkum, men at tað kynsliga samlívið best verður útlivað í hjúnalagnum. Sex kann ikki verða skilt sundur frá kenslum og kærleika, og tí eigur tað bert at vera millum tvey, sum elska hvør annan.

LES EISINI  Dinosaururin í rúminum

Vendir sær til teir yngstu flokkarnar

Útgávan er tað fyrsta tilfarið í seksualfrálæru á donskum máli við einum kristnum virðisgrundarlagi, ið vendir sær til teir yngstu flokkarnar. Tilfarið eitur “jeg er køn” og miðar eftir at verða brúkt í heilsu- og seksualfrálæru og familjukunnleika í innskúlingini og á millumstiginum.

“Jeg er køn” er ment í samstarvi millum Indre Mission, Indre Missions Ungdom, Danmarks Folkekirkelige Søndagsskoler, Børne- og UngdomsOase, Luthersk Missions Børn og Unge, AdamogEva.dk og Foreningen af Kristne Friskoler. Tilfarið liggur frítt atkomiligt á jegerkøn.dk.

 

Kelda: Indremission.dk

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina