Bryggjan nýggja, skipið nýggja

Eg koyrdi gjøgnum Søldarfjørð í dag. Har lá nýggi Finnur Fríði við nýggju bryggjuna í Søldarfirði.

Eg stillaði meg at hyggja og bíða eftir at tað klárnaði og sleit í, men tað dróg út. Eg fekk tó hesa myndina, hóast hon er heldur kám.

Nýtt skip, nýggj bryggja gav íblástur til nakrar reglur.

Komin aftur at húsum festi eg hesar reglur á blað:

Bryggjan nýggja, skipið nýggja,
standa, liggja lið um lið.
Minnir á at nógv vit síggja,
endurnýggjast… við og við.
Framburður sín prís jú hevur,
ymisk meining er um hann.
Land og fólki nógv tó gevur
at hann valla steðgast kann.
Um ei fólk við orku, dirvi,
endurnýggja arbeiðstól.
Vinnulív gerst gamalt, stirvi,
vinnuhjól enn sakta mól.
Arbeið fyri framgongd, virðum,
og for dagligt breyð at fá.
Gloym tó ei á havið, firðum,
mitt í Harrans signing stá.

T. J. 24.3.2025