Nýtt starvsfólk
1. februar 2022 byrjaði Edvard Poulsen sum miðlaleiðari á Trúboðanum í Nesvík. Edvard er føddur í Tórshavn og sonur Andrias Sjóvará og Elisabeth Johannesen. Hann er útbúgvin lærari og hevur starvast í føroyska og danska fólkaskúlanum, men hevur seinni mongu árini arbeitt mest sum sølu- og marknaðarfólk.
Edvard er giftur við Karin og hava tey bústað í Hjørring í Norðurjyllandi. Tey hava 5 børn saman. Familjan flutti til Danmarkar í 2014. Edvard hevur øll árini ferðast javnan til Føroya, har foreldur, systkin og elsti sonurin býr.
Edvard hevur skrivstovu í Nesvík og kemur í høvuðsheitum at starvast á miðladeildini har.
Starvið
Starvið fevnir víða og ein av fyrstu uppgávunum í nýggja starvinum verður sambært Edvardi at taka upp samband við baklandið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, te. Í fyrstu atløgu at fáa knýtt samband við staðbundnar formenn og lyklapersónar og arbeiða fram ímóti at fáa eitt gott samstarv í lag, so Trúboðin verður verandi góða málgagnið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, men samstundis eisini er við til at seta dám á føroyska miðlaheimin við einum kristnum og ofta øðrvísi profili enn annars í føroyska miðlalandslagnum.

Eisini er lýsta skrivstovustarvið sett av Ester við Korkusá. Ester byrjar eftir summarsteðgin, tá hon hevur lokið sína útbúgving.