60 ár síðani sunnudagskúla legurnar byrjaðu á Kambsdali
Í ár fagna vit, at tað eru júst 60 ár síðani, at tær fyrstu summarlegurnar fyri sunnudagsskúlabørn vórðu hildnar á Kambsdali. Tað, sum byrjaði sum ein roynd í 1960-árunum við 190 børnum, er vaksið til eitt stórt arbeiði – og í ár eru allar legurnar púra útseldar, har hundraðtals børn og vaksin kring landið gera seg klár til summarsins hæddarpunkt.
Jóhannes Mortensen, sum tá var trúboðari í Fuglafirði, átti stóran lut í at taka stig til legurnar. Dóttir hansara, Sólbjørg Mortensen Símunarson, hevur verið í skjalasavninum hjá pápanum og funnið nakað av gulli fram til okkara:
Í juni 1966 stóð at lesa í blaðnum, sum KFUM í mong ár gav út, Kristiligt Ungmannablað undir teignum ”Summarleirar og stevnur”:
”Leirur fyri sunnudagsskúlabørnum í Skótahúsinum í Kambsdali við Fuglafjørð frá 12. til 24. juli. Eisini børn, har sunnudagsskúli ikki er, eru vælkomin. Aldursmarkið er frá 10 til 14 ár. Innmeldan til Johs. Mortensen, trúboðara, Fuglafirði, tlf. 74.”
Í september sama ár stóð:
Sunnudagsskúla summarleirur á Kambsdali
Tað vóru framúr góðir dagar, vit høvdu á sunnudagsskúla summarleirinum í KFUM skótahúsunum á Kambsdali við Fuglafjørð. Dagarnir vórðu nógv betri, enn vit framman undan kundu vænta. Alt gekk sera væl í hond, fyrst og fremst við børnunum, men eisini við hjálpini á leirunum og øllum, sum skuldi til.
Hesir fyrstu leirarnir vóru í grundini ein roynd fyri at vita, hvussu slíkir leirar kundu koma at ganga undir okkara viðurskiftum og har, KFUM skótarnir høvdu sett síni hús.
Og nú aftaná, at leirarnir eru av, og vit hava verið har í 3 vikur, kann ikki sigast annað, enn at staðið er sera væl hóskandi til slíkar leirar. Plássið, har húsini liggja, er veðurgott. Móti norði lívir Kambur, eysturættirnar eru tiltiknar og góðar her um leiðir, móti suðuri lívir Tyril, og vesturættirnar, sum eru tær ringastu, koma ikki rættiliga framat, tí at húsini liggja so langt uppi í dalinum.
Og útsýnið er gott. Húsini standa umleið 400 metrar frá koyrivegnum, og í ein kring millum 400 og 600 metrar frá húsunum er so javnt vallað, at ein frá húsunum kann eygleiða øllum, sum fer fram í dalinum.
Húsini, sum vit vóru í, eru stór og rúmlig. Í neðra er køkur, vaskirúm, spískamar og matarhøll, har borðreitt kann verða fyri 100 fólkum. Á loftinum eru 2 stór kømur, har tilsamans 70 børn kunna sova, og kvistur, har 4 vaksin kunna vera.
Hugskotið til at hava summarleirar fyri sunnudagsskúlabørnum kom Johan H. Simonsen, trúboðari, við fyri 3 til 4 árum síðan.
Men tá vóru eingin leirhús, og eingin hættaði sær undir at hava leir fyri børnum í einum missiónshúsi í onkrari bygd, eins og vit hava havt tað nú í mong ár fyri ungfólki. Men nú, skótahúsið á Kambsdali í 1965 varð bygt, og barnaleirar vóru hildnir av Brøðrasamkomuni, kom tankin fram aftur, at vit innan kirkjuna skuldu bjóða børnum til sunnudagsskúlaleirar.
Eftir at húsið var fingið til láns, varð lýst í bløðunum um hesar leirar. Stórvegis annað enn lýsing í Dimmalætting og Dagblaðnum tvær ferðir varð ikki gjørt fyri at fáa leirarnar kunngjørdar.
Hvussu hetta skuldi ganga fyri seg, og hvat ið vit skuldu taka okkum fyri á leirunum, vóru alt mál, sum vit máttu finna fram til so hvørt, sum tíðin nærkaðist og leirarnir fóru fram.
Til leiðarar fingu vit góða hjálp. Vilhelm Olsen, trúboðari á Sandi, og undirritaði vóru alla tíðina, somuleiðis vóru konurnar við og tóku sær av matgerðini; men umframt hetta fingu vit góða hjálp fyrst og fremst av kvinnum úr Fuglafirði og Leirvík, men eisini av fólki úr Havn og av Argjum og ikki at gloyma systkini Jóanes og Juliu Fonsdal úr Vestmanna. Tilmeldingin av børnum til leirarnar bleiv størri, enn vit høvdu væntað. Tá ið saman um kom vóru 190 børn teknaði, og talið millum dreingir og gentir lá soleiðis, at vit komu at hava fyrst ein leir við 70 gentum, so ein við 62 dreingjum og síðan aftur ein við 58 gentum. Hvør leirur vardi í 4 dagar í tíðini frá 11. til 25. juli. Børnini vóru frá 10 til 14 ár og vóru úr 28 ymsum bygdum, av hesum høvdu 8 bert 1 barn, meðan ein hevði 20.
Úr Nes sókn vóru tilsamans 46 børn, annars vóru børn úr Sandoynni, úr Vágum, Vestmanna, Havn, av Argjum og aðrastaðni.
Av tí, sum vit høvdu til børnini hesar dagarnar úti í haganum um 4 km til næstu bygd, kunna vit í høvuðstættum nevna, at vit fóru upp kl. 8 um morgunin, fingu okkum vaskað, settu flaggið og fingu morgunmat. Kl. 10 høvdu vit bíbliutíma.
Sum grundarlag fyri teir 4 bíbliutímarnar, ið pláss var til á hvørjum leiri, høvdu vit
Matt. 28, 16 – 20:
1) Jesu makt,
2) Doypi tey,
3) Læri tey, og
4) Eg eri við tykkum.
Kl. 12 fingu vit døgverða, og seinnapartarnar var farið í hagan. Ein dag sóu vit Varmakeldu, annan Trælavatn, har lómur eigur; ein í Fuglafirði, var sunnudagur, fóru vit í kirkju; dreingirnir vóru ein dag í besta summarveðri uppi á Kambi.
Kl. 6 fingu vit náttverða, og um kvøldarnar høvdu vit ymist, viðraði, var leirbál eitt kvøld, og tað eydnaðist at fáa tvey. Eitt kvøld høvdu vit “Sunnudagsskúlakvøld” við talu, sangi og søgum, eitt spældu vit og eitt komu foreldrini at vitja, hetta vóru tey bestu kvøldini. Millum 30 og 40 foreldur vóru hvørja ferðina. Kl. 11 á kvøldi skuldu vit leggjast, men ikki var lætt at fáa frið á seg millum so nógv børn, og ofta gekk leingi, til øll svóvu.
Tað er einki at ivast í, at fyri børnini vóru hetta góðir og minniríkir dagar, og tað er heldur einki at ivast í, at hesir leirar, um hildið verður fram við teimum, vilja vinda upp á seg. Tað er bert eitt, vit kundu ynskt, um umstøðurnar til at halda slíkar summarleirar, har so mong skulu hjálpa til, kundu verið meira fullfíggjaðar – at bygt var aftrat, so tey,sum hjálpa á leirunum, eisini kundu verið har um náttina. Sum var hesaferðina, so fóru flest av teimum, sum hjálptu til, til hús at sova. Hetta kann verða bøtt um, um útvegir verða gjørdir til at byggja aftrat.
Johs. Mortensen


Carsten Fonsdal Mikkelsen



