Sangfagnaðurin fultteknaður eftir fáum minuttum
Tað gingu bert fáir minuttir til ársins sangfagnaður, sum verður í Nesvík í heystfrítíðini, varð fultteknaður.
– Vit fegnast um, at tað framvegis er so stórur áhugi fyri sangfagnaðinum. Hetta er tíggjundi sangfagnaðurin, og tí fara vit at gera eitt sindur eyka burturúr í ár. Fyrireikingarnar ganga væl og vit gleða okkum at bjóða øllum á konsert í Nesvík leygardagin tann 17.oktobur, har sangfagnaðarkórini fara at framføra, sigur Vivian Ole-Jacobsen, sum er leiðari fyri barna- og familljuarbeiðið hjá Heimamissiónini.
Trúboðin








