Og róp teirra vórðu við yvirlutan!

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Seinasta biðikvøldið á hesum sinni er nú lagt afturum bak. Vit hava enn einaferð fingið náði til at steðga við pínslusøgu várs harra Jesu Krists. Tað er umráðandi, at øll frelsusøgan, og tí eisini pínslusøgan, aftur og aftur verður tikin fram. Tí at trúgvin, vita vit, kemur av tí boðskapi, sum er Guds kraft. Boðskapinum um Jesus.

Tað er nógv, ein kann taka fram úr pínslusøguni hjá okkara frelsara. Nógvir eru nevniliga teir lutir, ið hava sín leiklut í ferðini ímóti krossi og deyða. Talan er um sera sterkar hendingar, ið vit fáa lýstar. Getesemanestríðið, tá ið sál hansara er í deyðaangist, og sveitti hansara eins og blóðsdropar. Tá ið hann grøðir oyrað hjá Malkusi, sum er ein av teimum, sum er komin fyri at taka hann. Og ikki minst løtan hjá Heródesi, tá ið Barrabas, sum er sekur í morði, og Jesus býta um pláss. Barrabas verður leyslatin, og Jesus verður revsaður. Óseki Jesus tekur stað hins seka. Og soleiðis er enn í dag. Jesus tekur tína og mína synd, og vit fáa hansara rættvísi. Stórt!

Sum sagt fleiri lutir, ið kundi verið tiknir fram, men í pínslusøguni er tað ein orðing hjá Lukasi evangelisti, ið á ein hátt tykist at verða sjálv vendin í gongdini. Tá ið Pilatus fleiri ferðir roynir at fáa Jesus leyslatnan, verður tað at enda sagt: Men tey strongdu á við hørðum rópum og kravdu, at hann skuldi verða krossfestur; og róp teirra vórðu við yvirlutan. (Luk 23,23)

Vit kenna, hvussu leikur víðari fer. Valdið gevur eftir fyri rópunum. Lýtaleysi timburmaðurin úr Nasaret verður krossfestur vegna tað, at rópini hjá fólkinum vórðu við yvirlutan. Maðurin, ið bert hevði gjørt væl, verður revsaður fyri alla heimsins synd, tí at mongd av fólki rópti so hart.

Í hesum døgum verður uppskot um dagføring í innankirkjuligari lóg viðgjørt. Kirkjuligu organini eru vorðin spurd um eitt svar, og tey hava latið felagssvar av hondum. Talan er um svar, ið ikki viðmælir fyriliggandi broytingaruppskoti. Tað vísir seg kortini soleiðis, at hóast felagssvar er givið, so ynskir útinnandi valdið at broyta innankirkjuligu lógina. Lóggevandi vald okkara er meiri tvíbýtt, og spennandi verður um meiriluti virðir sameinda vilja kirkjunnar.

Í rúma tíð hava vit føroyingar kent tað sum um, at tey rópini, sum hava verið ímóti siðbundnari og gudgivnari fyriskipan, hava verið við yvirlutan. Møguliga er hetta orsøkin til, at áðurnevnda felagssvar lítlan áhuga tykist at hava. Áðurnevndu róp eru kanska ov mælsk?

Og sannast má, at pílurin vendir eisini ímóti teim, ið ynskja at varðveita eitt samfelag, ið heldur fast við gudgivnu fyriskipanirnar. Tí tá rópini á aðrari síðuni eru við yvirlutan, so merkir tað sjálvandi eisini, at hin parturin av fólki ikki megnar at geva sína meining til kennar. Pilatus gav nevniliga eftir fyri rópinum, hóast hann áður hevði sagt, at hann onga søk fann hjá Jesusi.

Kæru systrar og brøður! Er talan um ein máttloysis anda, ið ræður okkara millum? Vónandi ikki, tí at sambært skriftini er hetta ikki eyðkenni teirra kristnu. Nei, ein kristin er gjørdur út við kraftar, kærleiks og hóvsemis anda. Løtan er nú at virka fyri tí, sum rætt er. Latið okkum tí standa saman, og við hóvsemi geva okkara sonnu meining til kennar. Tí tøgnin larmar líka illa!

Fari at ynskja okkum øllum gleðiligar páskir í várs harra Jesu navni!