Øll liva fyri okkurt

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

”Øll tilbiðja – einasta valið, vit fáa, er, hvat vit tilbiðja.” Soleiðis sigur amerikanski rithøvundurin David Foster Wallace. Hann sigur víðari, at ”øll mugu finna veruliga meining í lívinum” og óansæð, um tað eru pengar, vakurleiki, makt, flogvit ella okkurt annað, so vil tað dríva okkara lív, tí í botn og grund er tað ein formur fyri tilbiðjan. Og ein og hvør av hesum tilbiðjanarformum vil ikki bara gera teg sárbaran og troyttan, men ”tað vil eta teg livandi”, sigur hann.

Á ungum árum liggur lívið frammanfyri einum. Tey flestu droyma um pengar og vakurleika, popularitet og succes. Tá man so fer um 40´ini og upplivir, at dreymarnir antin bóru ella brustu, tá er tað antin sum um, at man ikki fær nokk. Tí nær eigur ein nokk av pengum? Nær er succesin nóg stór? Og nær er útsjóndin nóg góð? Verður tað ikki bara ein kapprenning við tíðina og tyngdarmegina? Ella, at tú kundi hugsað tær 20´ini umaftur, tí at dreymarnir ikki vórðu til veruleika. Spurningurin er tískil altíð átrokandi at spyrja: “Hvørjum livir tú fyri”? Luther greiðir frá um 1. boð “Tú mást ikki hava aðrar gudar enn meg”, at “Gud nevna vit hann, sum vit vænta okkum alt gott frá, og sum vit venda okkum til í allari neyð”. Er tað soleiðis hjá tær? Livir tú títt lív saman við Gudi soleiðis, at tað er til hansara, tú vendir tær dagliga at vænta tær alt gott frá, og sum tú flýggjar til í neyð?

Er tað veruliga sum Wallace sigur omanfyri, at vit sum kristin verða drivin av okkara arbeiði, útsjónd, makt ella øðrum, so vit tilbiðja tað? Tí Luther sigur víðari øgiliga beinrakið: “Tað, ið tú krøkir hjarta títt at og setir álit títt á, tað er í roynd og veru tín gud!”

Paulus lærir í Rómverjabrævinum kapittul 6, at tað finnast bara tveir møguleikar. Antin hevur tú djevulin og syndina sum harra yvir tínum lívi, ella hevur tú Jesus sum harra. Fyri Paulus ræður ikki um at vera fríur, men um, hvør er harri yvir lívinum. Eitt frælsi uttan harra, er ein illusión. Og tað er ómøguligt at tæna tveimum harrum, sigur Jesus í Matteus 6,24.

Tú vilt tí gera okkurt til gud í tínum lívi, tá øll liva fyri okkurt. Øll hava og mugu hava okkurt, sum drívur tey fram. Við tíðini gerst tað troyttandi at tilbiðja nakað ella nakran, sum ongantíð vil geva nakað afturfyri. Tilbiður tú arbeiðið, so vil tað altíð krevja meira afturfyri. Gamaní fært tú løn, men bara so leingi sum tú strevast! Arbeiðið er ein harður harri, sum aldrin vil geva sítt lív fyri teg! Og soleiðis er tað við øllum tí, sum upprunaliga varð givið sum gávur til menniskju at njóta og ikki tilbiðja.

Annaðleiðis er tað við gleðiboðskapinum. Jesus er ein mildur harri, sum er spaklyntur og eyðmjúkur av hjarta. Hjá honum kann ein hvíla seg. Hví? Tí hann er ikki sum aðrir harrar, men hann hevur givið sítt lív fyri teg, fyri at seta teg fría og frían at njóta alt tað góða, hann hevur skapað. Bara við at tilbiðja hann aleina, verður tú fríað og fríaður til eitt sunt forhold til arbeiðið, útsjóndina, maktina ella hvat tað skal vera.

 Jákup E. Petersen, Keypmannahavn