Orðið og trúgvin (1)

At gerast kristin er at koma til trúgv á Jesus. At liva sum kristin er at liva í trúnni á Jesus. Allan vegin er trúgvin á Jesus avgerandi.

Mong menniskju hava kortini nógv stríð av hesum spurningunum.
– Eg eri so ofta í iva.
– Eg megni ikki at trúgva.
– Hvat er í veruleikanum frelsandi trúgv?
– Hvussu skal eg megna at trúgva?

At ófrelst menniskju hava trupulleikar av hesum, skilja vit væl. Men at eisini kristin menniskju stríðast við teimum somu tonkunum, undrar summi. Tað er kortini veruleiki.

Tann mest vanliga orsøkin til slíkar trúartrupulleikar er helst, at vit so lætt verða upptikin av trúnni í staðin fyri tí, vit skulu trúgva á.

Vit spyrja eftir trúnni í staðin fyri honum, vit skulu trúgva á.

Vit vilja hava eina trúgv at hava álit á. So gloyma vit at hava álit á Jesusi!

Her vil eg fegin endurgeva ein sang fyri tær. Royn og fest teg við tað, sum sangurin sigur.

LES EISINI  Hvussu lesur tú?

 

1. Tú gremur teg, um at tín trúgv er so veik,

tú lýðir á orðið, men mangan tú sveik.

Tú strevar og stríðist í bøn og á knæ,

men hevur sum frelsara Jesus ei sæð.

 

2. Men lurta nú eftir, hví støðan er tann,

at vissu um frelsu tú ongantíð fann.

Tú skilur ei orðið, men vendir tí við

og heldur, at hjartað kann veita tær frið.

 

3. Tú byggir á kenslur og trýrt, at tú trýrt

og kveistrar við hesum øll lyftisorð burt.

Tú granskar teg sjálvan av allari makt

og gloymir við tí, hvat ið Gud hevur sagt.

 

4. At trúgva er ei, at tú trýrt, at tú trýrt,

men álit á hann, sum teg keypti so dýrt.

Í máttloysi lít upp á lambið, og ver

fullnøgdur við orðið um Harran, sum er.

 

5. Hann doyði á krossi og rindaði alt,

Guds orð sigur, at tað var synd tín’, tað galt.

LES EISINI  Nýtt lív - í nýggjum klæðum

Tí er eingin skuld, um tú tekur við tí,

at Gud gjøgnum Krist setti menniskju frí.

(Missiónssangbókin 449, Suni F. Jacobsen týddi)

 

Hesin sangurin er skrivaður av Adolfi Bjerkrheim fyri nógvum tíggjutals árum síðan, men hann hevur eins nógv at siga okkum í dag. Hann setir orð bæði á trupulleikar og trupulleikaloysnir.

Trúgvin á Jesus fevnir um orðið um Jesus! Sagt á annan hátt: Tú, sum stríðist við trúnna, skalt leita tær til trúarinnar orð, tað er Bíblian.

Trúgv á Jesus er at hava álit á Jesusi.

Og at hava álit á einum persóni fæst við at umgangast hendan persónin.

Jesus vekir álit! Tú møtir honum í Bíbliuni. Les um Jesus, um hvør hann er og um, hvat hann hevur gjørt fyri teg. Tak til tín tað, sum tú lesur, og legg teg eftir tí! Á henda hátt veksur trúarinnar blóma fram úr hjartajørðini.

 

Til umhugsanar

“Latum tí okkum eisini, við tað at vit hava slíkt stórt skýggj av vitnum uttan um okkum, seta av okkum eina og hvørja byrði og syndina, sum lættliga darvar, og við treysti renna tað skeið, sum okkum er fyri sett, við tað at vit líta til upphavsmann og fullkomnara trúarinnar, Jesus” (Hebr 12,1-2)

 

LES EISINI  Faðir Vár

Eftir Johnn R. Hardang (Noreg) í bókini “Veien” (Sambåndet Forlag 1998)

Hjørleif Poulsen týddi

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina