Orðið og trúgvin (2)

1. Orðið skapar trúnna
Í Rómverjabrævinum skrivar Paulus: “So kemur tá trúgvin av tí, sum verður hoyrt; men tað, sum verður hoyrt, kemur gjøgnum orð Krists” (Róm 10,17).

Skal eitt menniskja koma til trúgv á Jesus, tørvar tí sostatt samband við boðskapin um Jesus. Orðið um Jesus skapar álit á Jesus.

Tað er ógjørligt at gera seg frelstan. Men tað er gjørligt at hoyra seg frelstan!

Í Ápostlasøguni lesa vit um ein fangavaktara í Filippi, sum kom til trúgv á Jesus: “Og hann leiddi teir út og segði: “Harrar, hvat eigi eg at gera, at eg kann verða frelstur?” Men teir søgdu: “Trúgv á Harran Jesus, og tú skalt verða frelstur og hús títt.” Og teir talaðu Harrans orð fyri honum og fyri øllum í húsi hansara” (Áps 16,32-33).

Fyrst talaði Paulus um trúgv. Síðan talaði hann til trúgv. Og evangeliið um Jesus skapti sjálvt trúgv í mansins hjarta.

2. Orðið styrkir trúnna
Likami okkara tørvar nøring, um tað skal virka rætt. Uttan mat og drekka doyr lívið. Somuleiðis tørvar okkara andaliga lívi nøring. Tílíka nøring kann bert Gud geva.

LES EISINI  Børn lærdu um Gud við royndum

“Bein fyri teimum, so at orð tíni mega verða gleði og fagnaður fyri hjarta mítt, tí at navn títt er nevnt yvir mær, Harri, Gud herliðanna!” (Jer 15,16)
“Uppaftur nart ein, ið líktist manni, við meg og styrkti meg og segði: “Óttast ikki, tú hin væltoknaði maður! Friður veri við tær, ver hugreystur og óræddur!” Og sum hann talaði við meg, fanst mær, at eg styrknaði, og eg mælti: “Tala, Harri, tí tú hevur styrkt meg!” (Dán 10,18-19)

Soleiðis tala tveir persónar í Gamla testamenti um, hvønn týdning Guds orð hevur í teirra lívi. Heldur tú, at vit klára okkum betur uttan Guds orð enn teir?

Guds orð er matur fyri sálina. Hann nørir, styrkir og mennir trúarinnar lív. Tak hettar orðið til tín! Regluliga og við opnum sinni!

3. Orðið rættar trúnna
Í Judasar brævi lesa vit: “Elskaðu tit; tá ið tað var mær ógvuliga nógv um at gera at skriva til tykkara um okkara felags frelsu, helt eg meg vera noyddan til at skriva til tykkara at minna tykkum um at stríðast fyri teirri trúgv, sum eina ferð fyri allar er fingin hinum heilagu. Tí at nakrir menn hava smeitt seg inn…” (Judas 3-4).

LES EISINI  Við ársenda er gott og rætt at venda sær til Guds

Judas er stúrin fyri kristnum vinum. Teir vóru komnir út í viðurskifti, sum gjørdu kristnilívið ósunt. Trúgvin á Jesus viknaði so við og við. Tað kann eisini henda við okkum! Orsøkirnar kunnu vera ymiskar, men úrslitið verður tað sama, eitt viknað trúarlív.

Hvat skulu vit gera? Summi vilja broyta Guds orð, so tað hóskar inn í okkara umstøður. Tað førir á skeiva leið. Vit skulu gera tað øvuta.

Vit skulu ikki broyta Guds orð, Guds orð skal broyta okkum.

Bara Guds orð kann rætta upp eitt viknað kristnilív!

Til umhugsanar…
“Orðið er tær nær, í munni tínum og í hjarta tínum.” Tað er tað trúarorðið, sum vit prædika” (Róm 10,8).

 

Eftir Johnn R. Hardang (Noreg) í bókini “Veien” (Sambåndet Forlag 1998)

Hjørleif Poulsen týddi

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina