Ósjónligir múrar

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

22. august skuldu vit heim við Norrønu. Vit ferðaðust hjá systur míni uttanfyri Herning, og av tí at Norrøna fer longu klokkan 11.30, máttu vit við tokinum longu klokkan fimm. Tað var so bara at fara tíðliga upp, festa viðførið uppá súkklurnar og trilla inn til jarnbreytarstøðina.

Men gakk! Tá vit koma upp í forhøllina, er stóra glashurðin, sum skal fara upp av sær sjálvari, tá fólk nærkast, farin í baklás! Eini trý, sum vóru komin við fyrsta tokinum tann morgunin, stóðu hinumegin og sluppu ikki longur. Og har stóðu vit, sóu tokið, sum stóð klárt at fara, men sluppu ikki vegin fram! 

Alt spældi tó væl av. Vaktarmaður kom, sum fekk rættað innstillingarnar, so at hurðin var í lagi aftur, vit skundaðu okkum til lyftuna, sum í Herning er so stór, at vit sleppa inn við báðum súkklunum í senn, so tá tokið fór, vóru vit við.

Vánaligt samband

Hendingin fylgdi mær í huganum. Tey, sum stóðu hinumegin, og vit hoyrdu hvønn annan, um vit tosaðu hart. Eg spurdi, um onkur kundi fara niður á perrongina og siga við tokføraran, hvussu vorðið var, so at hann ikki fór undan okkum, tí so náddu vit ikki Norrønu. Tey royndu at skilja, hvat vit vildu, og at enda fór so ein. Men sambandið var vánaligt! Tað var, sum vit vóru langt frá hvør øðrum, hóast har bert var ein glashurð ímillum okkum.

Ósjónligir múrar millum okkum menniskju

Hetta hevur fingið meg at hugsa um ósjónligar múrar, sum kunnu vera millum okkum menniskju.

Tøgn. Ikki at tosa saman, men ganga tigandi, so at einki munnligt samskifti er millum meg og míni, hon skapar ein ósjónligan múr. Soleiðis, at tey, sum eg hoyri saman við, mugu gita, hvat eg hugsi, hvussu eg kenni meg og eisini, hvat eg hugsi um tey. 

Innibyrgd vreiði. Hon kann eisini skapa ósjónligar múrar millum meg og onnur menniskju. So at tey ikki vita, hvussu tey skulu fyrihalda seg til mín, gerast ósikkur, tí har er okkurt, sum ger fortreð.

Bert at tosa um onnur skapar eisini ein ósjónligan múr millum okkum menniskju. Vit kunna uppliva, at vit ofta tosa við eitt menniskja, men tað tykist, sum vit als ikki kenna hvønn annan, tí viðkomandi ongantíð sigur nakað um seg sjálvan, bert um onnur.

Soleiðis kundu vit hildið á. Kanska tú hugsar um okkurt heilt annað, sum kann vera ein ósjónligur múrur millum teg og onnur menniskju!

Víst er, at hesir múrar gera fortreð! Teir gera, at samskiftið og samveran millum okkum menniskju verða fátækslig. At tað, sum skuldi lívgað og styrkt okkum, bert verður ein viðfáningur, og tú fert víðari við tómari huga, enn um eingir múrar vóru.

At bróta múrar niður

Ein teknikari kom á jarnbreytarstøðina í Herning henda morgunin, so at ósjónligi múrurin hvarv.

So lætt er tað ikki at fáa ósjónligu múrarnar millum okkum menniskju burtur! Tíverri.

Men um eg verði greið yvir, at múrar eru millum meg og onnur menniskju, kann eg arbeiða við tí, sum skapar skilnað. Beri eg kenslur, kanska vreiði, øvund, lága hugsan um meg sjálva ella onnur, ella okkurt heilt annað, og gerist varug við tað, so kann eg arbeiða fyri at fáa hetta av vegnum. Tosa við Faðir mín í Himli um hetta, ein góðan vin, ein sálarrøktara. Geri eg tað, verður lívið ríkari. Tí vit mennskju eru skapað til samfelag við hvønn annan. Uttan ósjónligar múrar, sum skilja okkum!

Versti múrurin

Eisini millum okkum og Gud kann ein ósjónligur múrur vera, og tað er tað ringasta. Tann múrurin er ongantíð frá Guds síðu, tí Gud hevur við Jesu krossdeyða latið upp fyri okkum til sítt ríki. Hann vil fegin hava samskifti og felagsskap við hvønn einstakan okkara!
Kennir tú tað soleiðis, so rópa til Faðir tín á Himli og bið hann bróta múrin frá tínari síðu!

 Sólbjørg Símunarson, Argir