Páskir – byrjan ella endi?

Jógvan Reynslág

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Páskirnar standa fyri durum. Okkara stóra høgtíð, tí uttan Jesus deyða og uppreisn hildu vit ikki páskir. Vit syngja: ”Heiður tær veri, Harri, sum á deyða vann”, eta páskaregg og minnast uppreisnina. Sum barn gleddi eg meg altíð serliga nógv til jóla, tí tað var so spennandi við jólagávunum. So við og við gjøgnum árini eri eg tó farin at gleðast meira um páskirnar, tí tað er har, at alt varð fullgjørt!

Vit hoyra ikki so nógv um Jesu fyrstu 30 ár, men tey seinastu árini hendi nógv. Menniskju kunnu hava verið samd ella ósamd í tí, sum Jesus segði, men tey næstu 3 árini vóru ikki keðilig, tvørturímóti! Tað eru eisini gjørdir nógvir filmar og annað tilfar um Jesu lív, sum ikki altíð lýsir Jesus sum Guds son.

Í sangleikinum ”Jesus Christ Superstar” endar Jesu lív við krossfestingini. Sangirnir eru fangandi og søgan spennandi. Men endin broytir alt! Um Jesus bert livdi í 33 ár og doyði Langa fríggjadag, so var einki serligt við tí. Men at Jesus reis upp Páskadag, broytir alt. Deyði verður til lív!

LES EISINI  Stúran

Í okkara gerandisdegi koma og fara vit úr okkara staðbundna missiónshúsi. Summi av okkum hava ábyrgd av leiðsluni, kaffimunninum, barnaarbeiðinum, bíbliutímunum, kórinum, tónleikinum ella onkrum heilt øðrum. Bíblian lýsir tað sum limir á likaminum, har vit øll eru limir. Summar uppgávur kunnu samanlíknast við armar og bein og eru sera sjónligar. Aðrar uppgávur eru sum hjartað og lunguni. Tær síggjast ikki, men likamið yvirlivir ikki uttan hesi.

Tað er so umráðandi, at vit bjóða okkum fram til at gera tað, vit duga. Mangan eru tað tey somu, sum gera tað mesta, og tað er ikki gagnligt fyri nakran. Vit síggja alt ov ofta, at eldsálir koyra á og eru virkin á nógvum økjum…. líka inntil tey ikki orka meira. Tá kunnu somu eldsálir blíva heilt burtur frá arbeiðinum. Summi hava tað ikki lætt við at bjóða seg fram og bíða eftir, at tey blíva biðin til okkurt. Síggja vit tey og geva teimum møguleikan at hjálpa til?

LES EISINI  Páskaheilsan frá aðalskrivaranum

Vit liva í eini tíð, har fólk mest spyrja: ”Hvat fái EG burturúr?”. Mótsetningurin er gleðin við at geva, og tað er tað, vit fegin vilja. Geva fyri at onnur kunnu fáa!

Føstan gevur góðar møguleikar til at hugsa um okkara støðu og møguliga broyta okkurt. Vit hava brúk fyri at steðga á og spyrja okkum:

· Kenni eg mínar náðigávur og brúki eg tær?

· Eri eg bert áskoðari, meðan hini stríðast?

· Taki eg uppgávur frá onkrum, sum annars kundi gjørt tað?

Hesir spurningar kunnu hava stóra ávirkan á, hvussu okkara staðbundnu arbeiði trívast. Eru tey á veg móti grøvini ella móti uppreisn? Jesus gav alt fyri okkum. Hvat geva vit?

Gleðiligar páskir!

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina