Páskir!

Jørgen Andreasen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Og tá Jesus nú hevði fingið edikin, segði hann:”Tað er fullgjørt!” Og hann boygdi høvdi og gav upp andan.

Joh. 19, 30

Hesa komandi vikuna fara vit at hátíðarhalda páskir. Hetta er tíðin bíblia okkara boðar okkum um at Jesus fullgjørdi Guds frelsuøtlan fyri mannaættina, við at doyggja á krossinum, rísa upp og fara til himmals.

Hvat er páskir fyri teg?

Eru páskirnar ein fríðvika, har tú ert saman við familjuni, etur góðan mat, páskaregg og annars bara tekur tær av løttum?

Eru páskirnar bara ein onnur vika har man hevur fríð frá arbeiði?

Er hendan næssta vikan bara vanlig fyri teg uttan tað stóra hóðastákið, alt koyrir sum taå plagar har tú fert til arbeiðis sum vant?

Ella hátíðarheldur tú páskirnar fyri tað sum Guds orð boðar tær um páskirnar?

Líkamikið hvat av omanfyri svarum passar til tín person skalt tú vita at Gud elskar teg og ynskir at koma í prát við teg. Hann ynskir at vísa tær hvat páskir eru. Hann ynskir at vísa tær hvat páskir týða. Hann ynskir at tað vera páskir í tínum lívið.

LES EISINI  Páskir við Argjakórinum

Tað at tað eru páskir í tínum lívið merkir at hetta verður persónligt. At Jesus doyr og rísur upp fyri teg, í tínum lívið. Hvat er hent fyri onnur hevur einki at týða her. Tað er bara tú og Gud, eingin annar. Hann ynskir at gerðast tín vinur, persónligi vinur. Hann ynskir at geva tær eitt lív. Ja eitt lív eftir tann jarðiska deyðan. Hann ynskir at vísa tær á at hann er risin upp, og at tú eisnin skalt rísa upp. Hann ynskir at vísa tær at tú ert nakað serligt fyri sær.

Guds orð sigur rættiliga klárt at tað verður ein uppreisn ein dag har øll menniskju skula rísa upp. Hetta verður ein ræðudagur fyri mong, men ein gleðisdagur fyri tey sum vildu lata Jesus inn í teirra lív.

Jesus ynskir at koma á tos við teg, og bjóða tær tín bústað í himli, tú eigur ein. Líkamikið hvat tú svarar uppá spurningin sum eg setti omanfyri, so er tað galdandi at tú eigur ein bústað í himli. Hetta kanska ljóðar sum ørvitistos fyri teg og eg skilji. Vit sum menniskju vera ongantíð før fyri at fullgreiða hetta loyndarmál.

LES EISINI  Páskapoddvarp: Var tað veruliga neyðugt?

Tað eg kann gerða, er at fortelja at eg havi roynt hetta. Eg havi lati Jesus koma á tos við meg. Eg havi lati Jesus greiða mær frá hvussu tað er. Hann hevur opna míni eygu fyri gleðiboðskapinum. Hann hevur sagt mær hvat virðið eg havi fyri hann. Hann hevur fotalt mær at hann gekk í deyðan fyri meg á páskun og

reis upp fyri meg. Hann hevur greitt mær frá, gjøgnum sítt orð, at hann ynskti at geva mær eitt ævigt lív í mínum bústaði í himli.

Hetta er ikki nakað vit sum menniskju kunna greiða frá so at tað gevur meining fyri teg sum ikki hevur veri á fund við Jesus enn. Tað eg sum menniskja kann gera, og tað vil eg gjarna, er at fortelja at hetta veruliga er so sum Guds orð boðar.

So um tú ynskir at tað skulu gerðast verulig páskir hjá tær, so bið til Jesus um at hann vil greiða tær hvat tú ikki skilur við tínum mans viti. Eina tá kanst tú skilja alt hetta. Lat Jesus vera tann tú heldur páskirnar saman við í ár. Lít á Jesus og hansara orð. Lat ikki umheimin ávirka teg.

LES EISINI  Páskir við Argjakórinum

Ein regla sum eg eri blivin so góður við: “Lat onnur siga hvat tey vilja eið tað sakar meg”. Lat ikki onnur menniskju oyðileggja tær páskirnar. Lat Jesus geva tær rættar páskir.

Tað er fullgjørt!

Við bøn og ynskji um einar Gleðiligar páskir.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina