Poddvarp: Fosturtøka og lóggáva – fyrri partur

Mánadagin 21. november skipaði Háskúlin í Nesvík (HIN) fyri tiltakinum Trúgv og samfelag, har evnið var Fosturtøka og lóggáva. HIN hevur nú lagt upptøkurnar frá fyrra partinum av tiltakinum út.

Tá tað um fosturtøku ræður, verður aloftast rópt úr skotgravunum, og fá – um nakar – hoyrir nakað. Svarini tykjast skjóttsøgd, frágreiðingarnar fáar og valla slepst niður í dýpd. Trúgv og samfelag er tiltak har tíð er at tosa. Í hesum føri um fosturtøku og lóggávu í hesum sambandi. Tí spyr Háskúlin í Nesvík: Hvat sigur læknin um fosturtøku? Hvat sigur presturin? Og fosturtøkulógin, er hon ein avoldað sak, sum eigur at verða dagførd? Um ja, hvussu? Um nei, hví ikki?

Diana Reynstind, lækni, og Jonhard Jógvansson, prestur, høvdu hvør sín stutta fyrilestur. Í seinna parti, sum væntandi kemur út í næstu viku, luttaka Bill Justinussen, Sirið Stenberg og Uni Rasmussen.

LES EISINI  Um Gud er til, hví er so nógv líðing og óndskapur í heiminum?
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina