Pop-up kristiligur bókahandil í Runavík hesa vikuna

Hesa vikuna – frá mánadegnum til leygardagin 24.-29. november – hevur Heimamissiónsforlagið ein pop-up handil á Heiðavegi 10 í Runavík, har tú kanst finna eitt stórt úrval av kristiligum bókum og lutum.

Handilin heldur til í hølunum, sum Várperla áður hevur verið. Her kanst tú finna fleiri góðar jólagávur – ella onkra góða bók til tín sjálvs. Litríkar barnabøkur, fangandi skaldsøgur, andaktsbøkur, bíbliur, prýðislutir, lívssøgur, trúarverja, kristna lívið, trúarlæra, hjúnaband og kynslív… nógv spennandi at fáa.

Handilin er opin soleiðis:

  • Mánadag til fríggjadag kl. 13:00-17:30
  • Leygardagin 10:00-14:00

Vælkomin inn á gólvið.

LES EISINI  Ein frálík bók til føstuna
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina