Ráðstevna við Ntiense Ubon-Israel á Glyvrum
Í døgunum 1. til 3. august 2025 verður ein ráðstevna hildin í Missiónshúsinum á Glyvrum við Ntiense Ubon-Israel úr Nigeria. Ntiense hevur í yvir 45 ár tænt í bønarrørsluni Intercessors for Nigeria. Eisini hevur hann í mong ár verið altjóða bønarleiðari fyri kristna felagsskapin ICCC.
Hann kemur at undirvísa um, hvussu vit í Føroyum kunnu liva eitt lív í andaligum myndugleika og læra, hvussu trúgvandi kunnu fara inn í andaligan bardaga við grundarlagi í Bíbliuni og okkara bønarlívi.
Evnið fyri ráðstevnuna er: “Tíðarandin – Hvat kunnu vit gera?”, har dentur verður lagdur á týdningin av at kenna Gud, skilja andaheimin og vera virkin í Guds arbeiði í okkara samtíð.
Skráin fyri ráðstevnuna:
- Fríggjadag 1. august kl. 19.00
Evni: At kenna Gud og Hansara vegir - Leygardag 2. august kl. 10.00
Evni: Hvussu kenna og døma vit um andar? - Leygardag 2. august kl. 14.00
Evni: Myndugleiki og frælsi hjá Guds børnum - Leygardag 2. august kl. 19.00
Evni: Hvussu biðja vit um veking í Føroyum? - Sunnudag 3. august kl. 12.30
Alment møti við Ntiense Ubon-Israel
Tilmelding og kostnaður:
Kostnaðurin fyri alla ráðstevnuna er kr. 200,- pr. persón. Íroknað er døgurði leygardagin og drekkamunnur eftir hvørja undirvísing.
Undirvísingin verður beinleiðis umsett til føroyskt.
Tilmelding fer fram við at skriva til:
📧 jeffri@glyvra.fo
📱 SMS: 264562
Øll eru hjartaliga vælkomin!