Reingerðarfólk
Til umsitingina hjá Kirkjuligu Heimamissiónina í Tórshavn
Heimamissiónin leitar eftir røskum og álítandi reingerðarfólki til umsitingina í Tórshavn at byrja skjótast gjørligt.
Um starvið
Starvið er 5 tímar um vikuna at byrja skjótast gjørligt. Starvsstaðurin er á gamla barnaheiminum, Pedda við Stein Gøta 10 í Tórshavn. Arbeiðstíðin er gerandisdagar aftaná kl. 16.00 ella í vikuskiftinum.
Vit vænta
Vit vænta, at tú ert røkin og álítandi og at tú ert fyrikomandi og arbeiðssom/-samur. Somuleiðis verður væntað, at tú ert likamliga og sálarliga væl fyri og kanst arbeiða sjálvstøðugt.
Setanar- og lønarviðurskifti
Løn sambært avtalu.
Umsókn
Send eina umsókn til eydhild.dam@mission.fo, um hetta ljóðar sum nakað fyri teg.
Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Eyðhild Dam Hansen, t-post: eydhild.dam@mission.fo.
Um okkum
Kirkjuliga Heimamissiónin er ein fólkakirkjulig rørsla, sum byrjaði sítt virki um aldarskiftið 1900 sum fylgja av teimum vekingum, sum vóru í grannalondunum í 1800-talinum. Fremsta endamál og uppgáva er at vekja upp trúarlívið og menna felagsskap teirra trúgvandi.
Trúboðin
