Renn avstað, tú skalt í skúla!

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Hjá teimum flestu av okkum man summarferian helst nærkast endanum, um hon ikki longu er liðug.  Mánadagin byrja flestu skúlarnir aftur, og so byrjar vanligi gerandisdagurin hjá børnunum aftur. Børnini hava altíð nógv at siga frá, tá tey koma aftur í skúla eftir summarferiuna, og tað er stuttligt at hoyra um fjalltúrar, telttúrar, uttanlandstúrar, summarhúsvitjanir, vassing, kamping og nógv annað, sum tey hava upplivað. Sum lærari kann tað vera torført at fáa tey at steðga aftur at siga frá, tá tíðin er komin til at taka roknibøkurnar fram og byrja at rokna.

Eg eri júst afturkomin úr Týsklandi, har eg havi verið á TeenStreet saman við 400 øðrum føroyingum og hevði ein lærari spurt um mína summarferiu, so hevði eg heldur ikki verið liðug at greitt frá, tá tíðin til roknibøkurnar kom. Har var so sera nógv gott at uppliva, men tað, sum fyrst og fremst stendur eftir hjá mær, er, at eg havi skund.

Høvuðsevnið í ár var “heima” og fingu vit sera væl frágreitt, at okkara veruliga heim er heima hjá Gudi, men at vit eisini eru heima, tá vit liva saman við Jesusi her á jørðini. Á pallinum stóð ein autocampari og skuldi hann mynda okkara ferð saman við Jesusi. Vit búgva í autocamparanum saman við Jesusi, men hann er flytbarur, og soleiðis er tað eisini við okkum, meðan vit liva her. Vit eru á ferð. Vit hava altíð Jesus við okkum, men vit eru á ferð, og ein dag er ferian liðug. Hvat náddu vit av øllum tí, sum vit ætlaðu at brúka feriuna til? Tíðin flýgur avstað.

Tann eina dagin á TeenStreet var eg til Global Village, sum fleiri helst vóru til, tá tað var í Saltangará fyri tíð síðani. Inni í Global Village, sum er ein mynd uppá ein vanligan gerandisdag hjá mongum menniskjum, var stórt vónloysi, tí har gingu bara menniskju, sum ikki kendu Jesus, og tey flestu livdu lívið sera hart. Okkara uppgáva var at siga hesum menniskjum, at Jesus elskar tey, og at tey eiga eitt heim saman við honum, har alt er trygt og gott. Vit fingu ikki langa tíð saman við hesum menniskjum, og fleiri av okkum upplivdu hetta sama, at vit vóru ikki meir enn komin í gongd at práta, so var tíðin farin. Vit brúktu ov nógva tíð uppá at greiða frá um okkum sjálvi og spyrja um leyst og fast, so ov stutt tíð var eftir til at tosa um Jesus. Eg fekk als ikki tíð til at tosa við øll, sum eg ætlaði at tosa við. Tíðin fleyg avstað.

Hetta gjørdist ein stórur vitnisburður fyri meg. Hvat brúki eg mína tíð til? Hvussu brúki eg dagarnar, sum eg havi í autocamparanum, áðrenn ferian er liðug? Uttan iva møti eg mongum menniskjum, sum hava brúk fyri at hoyra um Jesus, men tosi eg ov leingi um leyst og fast, so tíðin er farin áðrenn eg veit av?

Hvat brúkar tú tína tíð til? Jesus brúkti ikki óneyðug orð ella tosaði um veðrið, tá hann tosaði um Guðs ríki. Tað eru enn so mong, sum ikki hava tikið ímóti Jesusi, og tí er alneyðugt, at vit tosa um hann og siga teimum frá, at tey eisini eiga eitt pláss við borðið heima hjá Guði. Tíðin, vit hava her, er so sera avmarkað, sjálvt um vit mangan halda, at vit hava góða tíð. Brádliga er tíðin farin, og møguleikin at vitna um Jesus er farin. Latum okkum hvønn dag ferðast í autocamparanum og saman við Jesusi møta menniskjum, har tey eru. Latum okkum brúka tíðina, vit hava, skilagott, tí “um átta minuttir fer Másin avstað.”

Mariann D. Poulsen