Ríkidømi – hvat er tað?

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Sjálvt um spurningurin ikki er so einfaldur, sum hann í fyrstu atløgu kann tykjast, so hava nærum øll menniskju eitt boð.

Fyri fleiri menniskju leggur føstan upp til, at ein dagliga kann avmarka seg frá tí neyðuga og kanska serliga frá tí yvirflóð, sum mong kenna til í okkara parti av heiminum. Ein slík frívillig avmarking er mestsum at rokna sum ríkidømi í sjálvum sær.

Tá ið ríkidømi verður umrøtt í okkara tíð, so leita tankarnir mangan til pening og annað góðs, ið gongur undir navninum mammon. Hetta fyllir nógv, og tey flestu vilja hava enn meira – eins og eingin vil hava ov lítið.

Peningur er neyðugur og kann saktans nýtast til góð endamál – eisini í Guds ríkis arbeiði. Sum mótsetningur til gevaralyndið, stendur materialisman sum ein ómettilig eginnýtsla, og sum kristin kenna vit so ella so til hesa avbjóðing, ið eisini setur neyðugar spurningar til okkara raðfestingar.

Sjálvt um ríkidømi mangan verður gjørt upp í peningi, so er annað ríkidømi, ið ikki kann keypast. Samstundis kunnu vit øll somul ríka umhvørvið við einum smíli, ið er heilt ókeypis.

Tala vit um gleðiboðskapin, so er ríkidømið óendaligt, dýrabart og samstundis frítt. Uttan rætt ella krav frá menniskjans síðu, gav Jesus lív sítt okkara vegna, soleiðis at synd og skuld ikki skal tilroknast einum kristnum.

Jú, trúarinnar gáva, hvørs innihald er náði, frídøming og syndanna fyrigeving, boðar frá einum ríkidømi, ið megnar at seta menniskju í frælsi.

Ein av andans ávøkstri er gleði. Gleðin í Kristi. Gleðin um fyrigeving. Í hesum sambandi er ein avbjóðing til kristna kirkjuliðið um at sleppa gleðini framat.

At deila slíka gleði, er at margfalda Guds ríkidømi á foldum, og tað er í trá við tann gleðiboðskap, sum Jesus so fegin vil fremja, meðan vit enn eru á ferð ímóti teimum ævigu bústøðum.

Jú, sanniliga er Guds góða harradømi mitt ímillum okkum. Spurningurin er so, um Guds egna fólk er nóg tilvitað um hendan skatt, ið eisini kann ríka næstan.

Sæð í hesum ljósinum er føstutíðin ikki bara ein spurningur um avkall og avmarkingar. Nú er tíð at sleppa Jesusgleðini leysari, soleiðis at ævinleikans ríkidømi kann sleppa at gera sín góða gerning mitt inn í okkara gerandisdag.

Tá fáa vit at kenna, hvat ríkidømi veruliga er.