Sáðtíð og heystingartíð

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Nú verða heystfjøllini gingin, og nógv munnu krovini verða, ið hanga í kjallarum og hjallum kring landið í hesum døgum. Spennandi er at vita, hvussu hilnast. Eplini, sum vóru sett niður í vár, verða tikin upp. Spenningur er, um hvussu nógv fold munnu vera, og hvussu smakkurin er.

Nú heysta vit tað, sum vit sáddu.

Hetta er ein natúrlig ringrás, sum Bíblian eisini tosar um longu í 1. Mósebók: Meðan jørðin stendur, skal sáðtíð og heystingartíð, frost og hiti, summar og vetur, dagur og nátt ikki svitast.” (1 Mós 8,22).

Men Bíblian tosar eisini um eina andliga ringrás. Í Galatabrævinum stendur, at “tann, sum sáar í holdi sínum, skal av holdinum heysta týning, men tann, sum sáar í andanum, skal av andanum heysta ævigt lív”. (Gal 6,8). Hetta er kontant avrokning. Her er einki at taka feil av. Ja, hetta gevur kanska rætt og slætt eina juridiska rættvísiskenslu. Gert tú so, so hevur tað samsvarandi avleiðingar. Gert tú hinvegin hitt, so hevur tað samsvarandi aðrar avleiðingar. Stutt og greitt!

Men hvussu heysta vit so ævigt lív? Jú, við at sáa í andanum. Vit løgdu út við tí natúrligu ringrásini. Men at sáa í andanum er alt annað enn natúrligt. Okkara natúra stríðist ímóti hesum. Tað er rætt og slætt einki í okkum, sum vil sleppa at sáa í andanum. Tað býður okkum ímóti.

At sáa í andanum er ein gáva. Tað er ein gáva, sum vit á ongan hátt hava uppiborið. Tað er Guds gáva. “Tí at av náði eru tit frelstir, við trúgv, og tað er ikki tykkum at takka, tað er Guds gáva”. (Ef 2,8).

Hetta er ein gamal boðskapur. Men tað er so ómetaliga lætt at gloyma hann. At taka hann fyri givið. At hugsa: Ja, ja, kom víðari frá hasum.

Men fara vit at taka henda boðskapin fyri givið, so eiga vit at ansa okkum. Tá mugu vit aftur fara at nærlesa henda grundleggjandi boðskap. Og so kann tað henda, at hesin gamli boðskapurin av nýggjum verður latin upp fyri okkara hjartans eygum. Tað er ein rík gáva!

Latum okkum tí, sum Paulus sigur í brævi sínum til Galata. (Gal 6,9): “…ikki troyttast av, at gera tað, sum gott er! tí at í sínum tíma skulu vit heysta, um vit ikki gevast”.
Gott heyst!

Elinborg Osvaldsdóttir, Syðrugøtu