Sært tú møguleikan?
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.
Soleiðis kunnu vit eitt sindur gátuført spyrja hvør annan í minni sum størri samanhangi. Sum oftast gera vit eitt og annað, sum vit eru von, og tað skapar mangan ein góðan og tryggan gerandisdag.
Samstundis liva vit í eini tíð, har møguleikarnir eru so mangir, at vit hava kanska torført við at velja ímillum alt tað, vit kunnu og viðhvørt skulu taka støðu til. Gera vit einki, ja, so hava vit eisini tikið eitt val, ið hevur týdning fyri lívið hjá okkum sjálvum og helst øðrum við.
Alt eftir, hvørji vit eru og kanska fegin vilja verða, so er nútíðarlívið ikki altíð so nærverandi men kortini bæði spennandi og avbjóðandi. Farturin er høgur og tykist bara at taka til. Onkur roynir at steðga á eina løtu, men óansæð, hvat vit velja, so kunnu vit spyrja: Sært tú møguleikan?
Møguleikan til hvat? Jú, øll liva vit í ávísum samanhangum og hava tí eisini ein ávísan leiklut, har vit eru. Í smærri eindum sum til dømis í familjuni er tín leiklutur oftast stórur, sjálvt um tað ikki altíð er so týðuligt. Her kanst tú velja at halda áfram sum áður ella onkursvegna spíla teg út, og á tann hátt raðfesta tað kærasta, tú hevur. Men sært tú møguleikan, ella er alt nóg gott, sum tað er?
Sum kristin eru vit eisini partur av eini nógv størri familju, sum kallast Kristi likam. Hvør limur hevur sín leiklut og vónandi vakstrarmøguleikar, men helst er tað eisini so, at onkur kennir seg eitt sindur uttanfyri, meðan onnur kenna uppgávurnar ov nógvar og helst ov strævnar.
Síggja vit nakrar møguleikar í hesum vælkendu umstøðum, ella halda vit bara áfram í sama spori? Tora vit at spyrja, hvat gagnar fjøldini? Hvat gagnar einstaklinginum?
Og hvussu við tær, sum hevur sæð ávísar møguleikar, ið kunnu betra um missiónsarbeiðið; ert tú tilreiðar at geva títt íkast, ella vilt tú heldur halda teg aftur, meðan tíðin og lívið rennur avstað?
Jú, spurningarnir eru mangir, og flest menniskju hugsa jú eisini sítt, og soleiðis hevur tað altíð verið. Men hvussu koma vit í heimi, samfelagi og meinigheit frá tonkum til ítøkiligar gerðir, ið kunnu skapa kærleika, gleði og vaksandi góðsku í felagsskapinum?
Sum kristin hevur tú jú eisini eina náðigávu og nógv annað gott frá Skaparanum. Skal hetta koma øðrum til góða? Er pláss fyri tillagingum og dirvi til nýbrot, og vilt tú gera nakað við hin góða tankan, har sum tú ert?
Sum kristin tæna vit Kristusi, og tað gera vit eisini við at tæna øðrum menniskjum, og tað kunnu vit gera á mangar ymiskar hættir. Ítøkiligar kærleiksgerðir eru altíð góðar. Kundi tað verið nakað fyri teg? Ella sært tú ikki møguleikan?
Hví ikki handfara teir møguleikar, sum tú sært fyri tær, eisini í missiónsarbeiðinum. Hugsa tær, um tú bleiv ein, ið ikki bara sá møguleikar, men eisini byrjaði at gagna øðrum menniskjum á nýggjan hátt í verandi ári.
Hevur tú ein góðan tanka, hví so ikki royna at orða hann somikið týðiliga, at onkur annar eisini kundi sæð møguleikan og við tær útint góðar gerningar Gudi til heiðurs og medmenniskjum at gagni?
Ja, man tað ikki vera ein tanki, ið bíðar eftir tær! Vita, um tú sært møguleikan…