Sandoyar prestagjald skipar fyri felagsgudstænastu Kristi himmalsferðardag

Høllin inni í Dal á Sandi verður karmur um eina gudstænastu hósdagin 30. mai, sum er Kristi himmalsferðardagur. Hetta er í sambandi við, at B71 skipar fyri “maratonfótbólti”. Tað er Sandoyar prestagjald, sum skipar fyri gudstænastuni, og Havstein Klein er sóknarprestur.

Hetta er fimtu ferð, at prestagjaldið skipar fyri eini felagsgudstænastu, og seinastu árini hevur hon verið Kristi himmalsferðardag.

– Onkur kann kanska spyrja, hví vit fara í eina ítróttarhøll at hava gudstænastu. B71 skipar fyri maratonfótbólti, har tey spæla fótbólt út í eitt frá mikudegnum klokkan 15. Kappingin endar so við hesi stóru gudstænastuni klokkan 12 Kristi himmalsferðardag. Fyrr var ein steðgur í kirkjutíð, og fólk kundu fara í kirkju, men seinastu árini hevur felagsgudstænasta verið í høllini. So kunnu øll, sum spæla, vera við, umframt øll hini í oynni. Tað er gleðiligt, at vit kunnu hava eina gudstænastu til eitt slíkt tiltak, heldur Havstein.

Prestagjaldið fevnir um kirkjurnar í Skopun, á Sandi, í Skálavík, í Húsavík, í Dali og í Skúvoy, og øll eru við og seta sín dám á gudstænastuna. Nógv fólk hjálpa til við ymiskum uppgávum. Ljóðið av øllum seks kirkjuklokkunum er tikið upp, og tað verður nýtt saman við myndum av kirkjunum.

LES EISINI  Nýggir tónar í Skálavík

– Høllin tekur nógv fólk og er vælegnað til endamálið. Fólk sita á aðrari síðuni í høllini, og kór, forsangarar, tónleikarar, deknar og prestur eru úti á gólvinum. Vit hava verið millum 300-400 fólk til hesar gudstænasturnar, greiðir Havstein frá.

Nógv á skránni

Hesaferð prædikar Jógvan Fríðriksson, biskupur, Bergur Debes Joensen, prestur, hevur ein boðskap til børnini, og Havstein Klein er liturgur. Kristiliga sangkórið syngur undir leiðslu av Sámali Matras Kristiansen, og harumframt syngur eitt barnakór av Sandi. Til felagssangin spælir ein tónleikabólkur undir leiðslu av Paula Reinert Poulsen, so nógv verður eisini gjørt burturúr tí tónleikaliga.

Kristiliga sangkórið

– Føroyska bíbliufelagið er á vitjan í Sandoynni henda dagin, og undir gudstænastuni verður greitt frá virkseminum hjá bíbliufelagnum. Av øðrum forvitnisligum kann nevnast, at konfirmantar saman við lærara og sniðgeva hava gjørt eina altartalvu, sum verður avdúkað til høvið, sigur Havstein.

Í sambandi við maratonfótbóltin hjá B71 er nógv annað á skránni í høllini; til ber at keypa sær brunsj áðrenn gudstænastuna og suppu eftir gudstænastuna.

LES EISINI  Kirkjudagur í Húsavík í morgin

– Til teirra, ið koma av meginlandinum, fer Teistin av Gomlurætt klokkan 9.45. Øll eru hjartaliga vælkomin til gudstænastuna, og vit vóna, at nógv fólk koma, sigur Havstein Klein, sóknarprestur, at enda.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina