Sangskeið verður í Nesvík í vetrarferiuni

Dámar tær væl at syngja? So er at melda teg til Sangskeiðið, sum verður í vetrarferiuni 11.-14 februar í Leguhúsinum í Nesvík.

Sangskeiðið er sprutlandi fult av góðum rytmiskum kórsangi. Byrjað verður mikukvøld og so venja vit fleiri góðar kórsangir saman – og enda við eini konsert í stásiligu høllini í Nesvík leygarkvøld.

Nógv kenna væl umtókta Sangfagnaðin, sum er hvørt ár um heystið fyri børn. Og mong eldri minnast væl aftur á sangskeiðini, ið vóru á hvørjum ári, har mong samlaðust at syngja gospel og rytmiskan kórsang. Nú gleða vit okkum til at birta nýtt lív í rytmiska kórsangin aftur fyri øll úr 8. flokki og uppeftir – einki ovara mark.

Kórleiðari er Katrin á Borg, sum hevur nógvar royndir við kórleiðslu og er vælkend á tónleikapallinum í Føroyum. Sangskeiðið endar við eini stórari almennari konsert í høllini í Nesvík leygarkvøldið við kórinum og góðum tónleikabólki við.

Trýst her fyri at melda teg til Sangskeiðið. Seinasta freist at tekna seg er á midnátt mikudagin 4. februar.

LES EISINI  Tilmeldingin til sangskeiðið letur upp í kvøld kl. 18

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina