Sangskeiðið broytti mína lívskós

Í lívinum hjá okkum menniskjum eru hendingar, sum fáa ein serligan týdning fyri framtíð okkara. Fyri mítt viðkomandi var ein slík hending heystið 1983. Eg kann eisini siga, at tað var ein vika, sum var við til at broyta kósina í mínum lívi.

Vikurnar frammanundan hevði ein góður vinmaður roynt at fáa meg við á sangskeið á Giljanesi í Vágunum. Eg var trekur. Hetta var áðrenn eg tók persónliga støðu fyri Jesusi, og eg kom lítið til Guðs orð. Endin var tó, at eg játtaði.

Sangskeið var ein táttur innan arbeiðið hjá Heimamissiónini, sum byrjaði seinast í sjeytiárunum. Í heystfrítíðini samlaðust yngri og eldri til sang og tónleik. Undirvísarar komu úr Danmark og Noregi. Tað stóra felagskórið var altíð tað samlandi elementið á skeiðnum, men tað kundu eisini verða minni kór, manskór ella kvinnukór. Eisini kundu vit fáa frálæru í onkrum ljóðføri, nótalæru, sangteknikki, kórleiðslu o.ø. Seinni bleiv barnakórið ein fastur táttur.

Hetta var áðrenn Leguhúsið í Nesvík varð bygt. Sangskeiðini vóru tí hildin runt um í Føroyum, og tey, sum komu úr øðrum bygdum og býum, fingu pláss at gista heima hjá privatfólki. Eg og vinmaðurin fingu pláss hjá eini familju í Sandavági. Tað vísti seg, at tvær gentur úr Havn eisini fingu pláss hjá somu familju. Húsfólkið var til reiðar at hava tað meiri trongligt eina heila viku, so vit kundu liggja so gott, sum til bar.

LES EISINI  Gud hevur verið trúgvur

Vit fingu allar máltíðir í skúlanum, har øll frálæra og sangvenjing eisini var. Hetta gav ein sera góðan møguleika fyri góðari samveru. Eg kendi onkran av luttakarunum frammanundan, men tað var skjótt, at tann skarin vaks.

Um kvøldini vóru møtir hildin, har orðið um Jesus ljóðaði. Tað talaði til mín. Eg vaks upp við, at orðið um Jesus ljóðaði har heima, og at tað bleiv biðið. Tað talaði eisini til mín, at nógv av teimum ungu, sum eg nú kom at kenna, reistust og høvdu ein vitnisburð um Jesus. Sum eg minnist tað, ljóðaði gleðiboðskapurin um Jesus sterkt hesa vikuna. Serliga tann eini kórleiðarin hevði framúr evnir at greiða frá tekstunum í sangunum, vit sungu. Nógv orka varð løgd í at fáa tað at ljóða gott, men boðskapurin í tekstunum var sanniliga eisini umráðandi at fáa við.

Vikan endaði sunnukvøldið við konsert, sum varð hildin í missiónshúsinum Libanon í Sørvági. Sangskeiðið var at enda komið, og fólk skuldu heim. Undirsjóvartunnil var ongin, so vit skuldu yvir um Vestmannasund við góða gamla Sam. Men har var eitt stórt men! Meðan konsertin var, kavaði so mikið, at tað var avkavað. Eg minnist, eg hevði summardekk undir bilinum, og tað vóru fleiri við mær. Tað var rættiliga hált niðan brekkuna úr Sørvági, tá vit skuldu avstað. Tað bleiv ein verri komedia at fáa bilarnar niðaná. Men við felagstaki gekk tað. Onkur sat á bilinum fyri at fáa meira vekt á trekkaksilin, og nógv trýstu á aftanfyri. Vit vóru fleiri, sum settust aftur tað kvøldið og bíðaðu við at fara heim til dagin eftir.

LES EISINI  ”Men Gud greb ind” 1. partur

Hvønn týdning fekk so hendan vikan fyri meg?

Eg var nógv upptikin av fótbólti um hetta mundið, men kappingarárið 1983 var liðugt. Eg var tí byrjaður at venja hondbólt og skuldi til dyst fáar vikur aftaná, at sangskeiðið hevði verið. Sama vikuskifti helt Heimamissiónin ársmøtir í Havn, og felagskórið frá sangskeiðnum skuldi syngja. Eg kundi ikki vera við til bæði. Eg steðgaði tí við hondbóltinum, tí eg vildi fegin hava tíð til at vera saman við mínum nýggju vinfólkum. Eisini var orðið um Jesus byrjað at arbeiða í mær, og skuldi tað eisini blíva til lív fyri meg, sum frá leið.

Soleiðis kunnu hendingar og tíðarskeið verða við til at seta út í kortið, hvørja gongd lív okkara fær. Fyri meg var hetta byrjanin til eina ferð saman við Jesusi, og hann hevur givið okkum tað lyftið, at hann altíð vil vera við okkum.

og sí, eg eri við tykkum allar dagar, alt til veraldar enda.” Matt. 28,20

LES EISINI  Boðini komu úr erva
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina