Hvør er tín hjartastartari?

Signar á Reynatrøð

Vitnisburðurin er ein persónlig uppliving og umboðar sjónarmiðini hjá tí, sum hevur skrivað.

Leygarkvøldið 12. juni kl 17:45 fór ein skelkur um allan heimin. Christian Eriksen lá lívleysur á fótbóltsvøllinum í Parkini í Keypmannahavn. Skjótt var borið at. Hjálparfólk og læknar runnu inn á vøllin fyri at fáa 29 ára gamla Christian aftur til lívs. Við hjálp frá dugnaligum fólkum, hjartastartara og børu fóru tey við skundi avstað við danska fótbóltssnillinginum.

Eins og áskoðararnir í Parkini, fóru fleiri 100 milliónir hyggjarar kring allan heimin mest sum í koma. Hvussu kundi hetta bera til? Í so langa tíð hava vit sæð fram til EM fótbóltskappingina í summar – og so hendir hetta? Hjartað hjá nr 10 steðgaði. Dysturin og allur fótbóltsheimurin steðgaði. Á bóltinum og í eygunum stóð ERROR!!!

“Hetta var løgið og púra óvæntað”? søgdu fremstu hjartalæknar í Danmark, í Tottenham og Inter, har sum Christian Eriksen hevur slitið sínar fótbóltsskógvar. Regluliga var hann kannaður, eins og allir hinir, men har var einki óvanligt at síggja í og við hjartanum, og nú stóðu teir allir sum Kánus?

LES EISINI  Fekk kontanta avrokning frá Gudi

Beinanvegin fóru mong hjørtu og nógvar hendur í bøn til Gud. Ja, vit kunnu siga, at samlaða myndin fekk hjartað hjá Christiani aftur í gongd – og vit eru takksom!

Men hvussu ber tað til, at vit innrætta okkum, sum um vit altíð skulu vera her? Hvat bankar okkara hjarta fyri? Hvør og hvat býr í okkara hjarta? Eru vit ferðabúgvin til ævinleikan?

Veruleikin er, at deyðin er okkara seinasti fíggindi, og lutfallið av at vit fara foldum frá er 10 út av 10. Eingin sleppur undan.

“At telja várar dagar tú okkum læri, at vit mega vísdóm í hjartanum fáa!”

Sálm. 90,12

Dagarnir hjá Christiani Eriksen vóru ikki taldir enn, men okkurt bendir á, at hetta kendist sum hansara longsti dagur í lívinum eins og hjá mongum øðrum fótbóltsfjepparum kring heimin.

Vit eru stødd í lívsins dysti, og enn pumpar okkara hjarta. Men tað kemur ein dagur, har mítt og títt hjarta vísir ERROR. Tá verður ikki spurt um, hvørjum landsliði okkara hjarta bankaði fyri, ella hvør vann EM!

LES EISINI  Kaffiprátið: Torgeir Petersen

Vit hava nógvar ymiskar bóltar í luftini, og nú er bólturin komin til tín, kæri vinur. Ert tú fyrireikað/ur til ævinleikan? Ja, hvussu hevur tú tað við Jesus?

Tað ber ei á mál, um vit renna okkara egnu leiðir, tí eingin sniðgøta er uttan um sonin, Jesus Kristus, “sum er vegurin, sannleikin og lívið.” (Jóh. 14,6)

Jesus er okkara hjartastartari. Hann er okkara fyrsta hjálp, og hann er okkara seinasta hjálp, tá ið okkara longsti dagur kemur, og vit skulu stíga inn um ævinleikans gátt.

“Vita tit ikki, at teir sum renna kapp á skeiði, renna fullvæl allir, men ein fær sigursprísin? Rennið soleiðis, at tit mega fáa hann.”

1. Kor. 9,24
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina