Vitnisburður: Frælsi
Vitnisburðurin er ein persónlig uppliving og umboðar sjónarmiðini hjá tí, sum hevur skrivað.
John Petersen hevur skrivað henda vitnisburðin um frælsi í Jesusi.
Til frælsis hevur Kristus fríað okkum! (Galatabrævið 5. kapitul, 1. vers).
Eftir at hava verið umringaður av Guds orði við bíbliulestri, bøn og sangi frá tí eg minnist, kom Guds kall til umvendingar týðuliga til mín, tá ið eg var 13 ára gamal. Eftir ein harðan dyst í mínum unga hjarta, tók eg ta støðu, at eg vildi fylgja Jesusi.
So langt eg kann minnast, hevur Kristus verið málaður fyri mínum eygum. Heima hjá foreldrunum, hjá ommu og abba, í sunnudagsskúla, á legum, í skúlanum, í kirkju, á møtum og aðra staðni. Alt hetta peikaði á ein frelsara, sum elskaði meg.
Tá ið vit næmingar vóru 15 ára gamlir, fóru vit í starvsvenjing. Tá arbeiddi eg saman við einum manni, sum hevði fingið eyga á, at Kristus hevði sett hann í frælsi. Til frælsis hevur Kristus fríað okkum! Hetta segði hann ofta, ja, rópti hetta. Maðurin, sum var bakari, var mitt í 30-árunum. Og hetta setti seg fast hjá mær. Kristus hevur sett okkum í frælsi.
Eg hugsi, at øll menniskju er bundin av ella at onkrum. Spurningurin er bara av ella at hvørjum? Maður er bundin at konu síni – tað er hansara frælsi. Føroyingar eru bundir at landi sínum við treytum og skyldum – men hetta er samstundis frælsi okkara at vera partur av teimum møguleikum, hetta gevur.
Tað er stórt, tá ið Jesus setur okkum í frælsi frá trældómi og synd. Alt hetta heldur okkum burtur frá Guds ríki, og tað er bara ein vegur, vit kunnu verða sett í frælsi frá syndini: Jesus! Til frælsis hevur Kristus fríað okkum!
Hetta hevur fylgt mær síðani. Tá ið veikleikar og føll eru á leiðini, kann eg reisast í trúnni á tann frelsara, sum hevur sett meg í frælsi. Ongin og onki skal binda meg við trældóms leinkjum og oki. Hesum frælsi kann eg standa fastur í og ikki lata meg hefta av teimum bondum, sum mótburður, synd ella krøv frá øðrum kunnu leggja á meg.
Hetta, hvat onnur hugsa, var ein partur av mínum lívi, eisini tá ið eg var heilt ungur. Hvat munnu onnur halda, hvat munnu onnur siga, fari eg at ganga fram á einum møti og fáa vegleiðing í frelsuspurningum? Tankarnir vóru nógvir hjá einum 13 ára gomlum unglingi, og teir flestu tankarnir bundu meg. Ikki til Kristus, men til ótta og iva.
Tá ið Jesus var fluttur inn í hjarta mítt, fylti hann alt. Gleðin um frelsuna og frælsi í Jesusi. Skjótt eftir hetta kom eisini neyðin fyri teimum, sum ikki áttu frelsuna í Jesusi, ella vóru ivandi.
Sum ungir dreingir gjørdu vit vinmenninir nógv burturúr at bera vitnisburðin um Jesus, har vit vóru. Framferðarhátturin var kanska ikki altíð borin av umhugsni og vísdómi, men ætlanin og hjartalagið var fyri teimum, sum skuldu hoyra boðskapin um frelsu við trúgv á Jesus. Seinni eru „umhugsni” og „vísdómurin” blivin størri, men áræðið og virksemið alt ov lítið.
Allir møguleikar liggja opnir fyri okkum. Vit kunnu bera Guds orð fram heima við hús, á arbeiðsplássinum, tá ið vit møta fólki á gøtuni ella til handils. Vit kunnu virka, har vit eru, ella har vit røkka øðrum við alnótini. Tað ber eisini til at bera orðið um Jesus fram, har Guds børn savnast, við eini sjúkravitjan, heima hjá gomlum og einsamøllum ella í hálvleikinum við ítróttarvøllin, tá ið vit eru áskoðarar. Og fólk við alskyns uppruna eru hjá okkum og rundan um okkum. Møguleikarnir eru nógvir.
Latið okkum tí standa føst. Standa føst í trúnni á Jesus. Standa føst í tí frælsi, hann hevur vunnið okkum.
Eg takki Gudi fyri, at hann, við teimum menniskjum eg havi møtt á leiðini, leiddi meg inn á ta leið, har frælsi og vón er. Frælsi og vón við trúnni á Jesus. Hetta er tað størsta og dýrabærasta mær hevur verið fyri í lívinum.
Og so eiga vit ta vón, at ein dag skulu vit altíð vera saman við Harranum.
Úr bóklinginum: “Thabor 100 ár”.