– Hetta fekk meg at fortelja um mín persónliga vitnisburð
Vitnisburðurin er ein persónlig uppliving og umboðar sjónarmiðini hjá tí, sum hevur skrivað.
Talan, ið verður nevnd í sjónbandinum omanfyri kann síggjast HER
Vitnisburðar frá teimum ungu á Trúboðan
Um nakrar dagar fara fleiri vitnisburðar at koma á Trúboðan. Tit fara ikki at síggja allar á forsíðini – av ymsum orsøkum m.a fyri at minka um trýstið hjá teimum ungu í leggja út, og fyri at forsíðan ikki verður ov óruddilig.
Vitnisburðanir koma, tí eg havi spurt hvønn einstakan av teimum um tey hava hug at deila ein vitnisburð við okkum, men tankin er, at eftir hesar vitnisburðar er bólturin givin víðari til okkum øll.
Eg tosaði ein dagin við Heðin Arge, starvsfelag mín, og hann segði at tá hann búði í Danmark kom hann í prát við ein føroying frá brøðrasamkomuni. Viðkomandi tosaði um hvussu viðkomandi gleddi seg at fara til Zarepta tað summarið á legur, og Heðin svaraði at hann hevði eisini væl tímað at fari til Nesvíkar, men ongin hevði spurt hann um at koma at hjálpa til.
Viðkomandi hugdi spyrjandi uppá hann og segði “Spurt teg? Eg bjóði meg til at hjálpa”.
Og tað er tað, sum eg nú hugsaði at spyrja tykkum. Um tú heldur, at tú á nakran hátt ert førur fyri at fortelja ein vitnisburð, so kom og deil hann – um tað so er video, ella tekstur – alt er vælkomið.
Um tú ikki er heilt vísur í hvussu tú skal taka upp ella um tað skal rættlesing til, so kann tú altíð spyrja okkum. Vit eru her til at hjálpa tykkum, so at vit øll saman kunnu boða Guðs orð til øll.
Um tit hava okkurt tit hava hug at deila eru til vælkomin at senda tað til mín á danial@mission.fo ella hedin@mission.fo