Sannleikans Andi

Sannleikans Andi er komin, sendur av himli, fyri at vegleiða til allan sannleika. Hann er virksamur, so at menniskju skulu kunna kenna vegin heim til dýrdina. Tí er eyðkenni Andans at dýrmeta Jesus. Gera Jesus kendan, tí einki menniskja kann koma inn í Faðirsins ríki uttan ígjøgnum Jesus (Jóh 14,6).

Hetta merkir fyri tað fyrsta, at Andin kallar við orði Guðs á títt og mítt lív til umvendingar til Jesus, tí Andin veit, sum sína fyrstu uppgávu, at syndin í mær má fyrigevast í Jesusar blóðsáttmála, at eg má fáa Jesusar rættvísi sum frelsugávu og harvið verða frí/ur av dóminum, sum kemur yvir tey sum ikki lata seg leiða til Frelsaran Jesus av Anda Guðs (sí Joh 16, 8ff).

Men tá ið hann kemur, sannleikans andi, tá skal hann vegleiða tykkum til allan sannleikan; tí at hann skal ikki tala av sær sjálvum, men hvat sum hann hoyrir, skal hann tala, og tað, sum skal koma, skal hann kunngera tykkum. v14 Hann skal dýrmeta meg; tí at hann skal taka av mínum og kunngera tykkum. v15 Alt tað, sum faðirin hevur, er mítt. Tí segði eg, at hann tekur av mínum og kunnger tykkum.
Jóh 16,13ff

Sannleikans Andi hevur eina missión og Hann brennur fyri at náa málið, tí vil Hann eisini fegin svara bønini: ”O Jesus læt upp míni eygu, at mína ogn eg síggja kann… saman við, O Jesus Krist, lær meg at goyma, tí trúarlovsong barmi í, og lat meg krúnuna ei gloyma, tú goymdi mær frá fyrstu tíð!” Her svarar Andin við at dýrmeta Jesus við krossarboðan, uppreisnarvón og hvat trúgvin á Jesu fullgjørda verk gevur okkum av tí Himmalska ríkidøminum. Ja, stórt er tað Andin boðar okkum, hvat vit longu eiga í tí æviga, vegna tað, Jesus hevur vunnið okkum, við at Jesus leið deyðan í okkara rúm og stað.

Hetta merkir so eisini at vøkstur í kristinlívinum, sum eisini er Andans gerningur og ávøkstur í trúarinnar menniskjanum, altíð fyrst og fremst er fokus á Jesus og hvat Hann hevur vunnið mær. Trúgvin elskar Jesus og livur av tí fyrsta kærleikanum, at Hann elskaði meg fyrst. At elska Jesus er at verða bundin av opinbering Andans um Jesus Kristus.

Hetta merkir eisini, at eg elski ORÐIÐ UM JESUS KRISTUS, sum er opinberað í Bíbliuni – kærleikans bræv sum ein sjálvandi lesur títt og ofta. Eitt sannleikans hjarta vil hoyra boðan av tí himmalska matinum og eta við Harrans borði og søkir tí eisini har, ið røtt himmalsk føði verður borðreidd.

Andi sannleikans sigur eisini til hin Jesustrúgvandi, so áminni eg tá tykkum, brøður, at tit, fyri Guðs miskunnar skuld, bjóða fram likam tykkara til eitt livandi, heilagt, Guði hugnaligt offur – og hetta er andlig gudsdýrkan hjá tykkum – og háttið tykkum ikki eftir hesum heimi; men verðið umskapaðir við endurnýggjan av hugi tykkara, so at tit mega fáa at royna, hvat ið er Guðs vilji, hitt góða og hugnaliga og fullkomna, soleiðis áminning frá Rom 12,1ff. Sagt á annan hátt, at so satt, Sannleikans Andi tekur búpláss, so skulu vit ikki lata syndina og lygnina ráða í likami okkara, men verða tænarar eftir Guðs vilja í Jesusi Kristi.

So eg havi gleðiboð til tín, ið lesur hesa boðan, at so framt Andin hevur sannført títt hjarta um Jesus og tú hevur vent tær til Hannsara, tá ert tú ein limur á tí likami, ið er Guðs meinigheit á jørð. Her vil Andin støðugt sannføra teg um, at náði Guðs er nýggj hvønn morgun og í og av hesi náði fært tú loyvi at liva og virka til Guðs æru og næstanum til signingar.

O, sí, Guðs barnafjøldin fría – Á leið til Himmals stevna man,

Úr øllum ættum fram tey stíga,  – ið elska Jesus frelsaran,

Sum keypti hvørja ætt og tjóð – Til Guðs við sínum halga blóð!

Lít upp, lít upp! Hygg, sært tú markin – sum skurðarbúgvin akur er!

Far, bjóða inn! – Enn bíðar arkin, – men brátt er flóðin mikla her!

Upp, brøður, takið olju við! – Læt ljósið brenna! Vak og bið!

(Nr. 374 í missiónssangbókini vers 3-4)

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina