SAT7: Avbyrgd á páskum

Eins og í Føroyum, vóru allar kirkjur í Miðeystri og Norður Afrika, stongdar um páskahátíðina.

Fyri at hjálpa fólkinum at halda samband við kirkjurnar og samkomurnar, sendir Sat7 Arabic, nógvar stuðulsendingar.

Kirkjurnar í Miðeystri hava røkt eitt sera týdningarmikið og miðvíst arbeiðið undir nógvum ymiskum hendingum í økinum, eitt nú tí sokallaða arabiska várinum í 2011, við at verja tey trúgvandi við bønum og vikuligum guðstænastum. Nógv eru komin aftur til trúgv á Jesus Kristus, eftir at hava verið bundin av m.ø. rúsevnum, guðloysi og líkasælu. Nú korona-pandemiin ger um seg og krevur kirkjurnar stongdar, vera nógv kristin latin yvir til sín sjálvs.

Hetta er ein avbjóðandi tíð fyri tey kristnu, sum eru avbyrgd frá tí heilaga samfelagnum og ikki kunnu koma til guðstænastu ella møti fyri at stuðla hvørjum øðrum. Nógv sjálvboðin hava eisini verið virkin í ymiskum virksemi og  hjálpararbeiði, sum nú eisini er steðgað og tí kenna seg sera einsamallan í trúarlívinum. Nøkur teirra klaga á teimum sosialu miðlunum ímeðan onnur brúka tíðina til at søkja nærri Guði og vaksa andaliga.

LES EISINI  Spennandi koronabroytingar

Ein hyggjari hevði hesa viðmerking til beinleiðis sendingarnar hjá Sat7 Arabic:”Vit eru noydd til at sameina okkum í bøn. Guð vælsigni hesa tænastu og verji heimim.”

Annar hyggjari gleddist um at lurta eftir sanginum og ynskti Guðs signing yvir tænastuna.

George Michael, sum sjálvboðin hjálpir sudanskum tilflytarum í Egyptalandi sigur, at hann saknar kirkjuna og sjálvbodnu tænastuna, men roynir at brúka tíðina við umhugsni. ”Eg legði veruliga eina ætlan fyri meg sjálvan til at brúka best møguligt, í hesi avbyrgdu tíðini, við at lesa í bíbliuni og lurta eftir prædikum og talum hvønn dag. Sum ein, íð ikki elskar at lesa, havi eg tó klára at lisið nógv meira enn fyrr, hóast tað ikki er lætt at halda tíðarætlanina sum eg havi lagt fyri meg sjálvan.” George dámar væl at ferðast á teimum sosialu miðlunum og hyggur eftir beinleiðis sendingum við prædikum og talum á Sat7. Eisini gleðist hann um, at hava fingið meira bønartíð saman við konuni heima.

LES EISINI  Kom til gudstænastu við Trúboðanum

Somuleiðis gleðist Madelene um at finna troyst við at hyggja eftir guðstænastum og talum gjøgnum sjónvarpi. Madelene er lamin og liggur á sjúkrahúsi har hon  ikki hevur møguleika til at fáa vitjandi í hesum døgum. ”Sjúkrarøktarfrøðingarnir fara av sjúkrahúsinum kl 15 og tá liggi eg púra einsamøll, har mín einasta troyst og uggi er at síggja og lurta eftir guðstænastum og talum í sjónvarpinum”sigur hon.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina