”Fedrarnir ótu súr vínber; børnini fingu ringar tenn”

Jákup E. Petersen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

”Bakmenn selja sítt eitur til okkara ungdóm” og “støðan versnar” – nei sanniliga ikki hugalig tíðindi vit hoyrdu herfyri og hava hoyrt seinastu mánaðirnar og eftir øllum at døma gongur skjótt skeiva vegin.

Ezekiel var profetur undir fráfalstíðini í Ísrael umleið 600 ár f.kr. Hann spurdi, hví tey brúktu orðatakið omanfyri og greiðir síðani frá, at í veruleikanum skal hvør persónur svara fyri seg:

Tann maður, ið syndar, hann skal doyggja; sonur skal ikki bera misgerð faðirs síns, og faðir ikki misgerð sonar síns; rættlæti hins rættvísa skal verða honum fyri; og illskapur hins gudleysa skal verða honum fyri. Ezekielsbók 18,20.

Tá ið, vit, komandi tíðina, sum samfelag, skulu loysa hesa ólukkuligu støðu, betra korini hjá teimum, ið eru fangaði í eitursins valdi, fyribyrgja at onnur koma í somu støðu er neyðugt at viðgera tað á hægsta stigi og at landsins myndugleikar nýta allan hugsandi kunnleika og peningaliga orku at basa eitrinum.

Samstundis eigur hvør okkara, ið enn stríðir fyri rættlæti, tvs. gudiligum livihátti, at gera okkara til, at vit í okkara húsarhaldi taka ábyrgd. Væl vitandi, at hetta ikki er lætt, mugu vit gera tað, ið vit kunnu og eitt sindur afturat. Tí tað er ov lítið, at eg sum pápi eitt nú sigi, at eg ikki dugi at fyribyrgja rúsevnum, ja so má eg spyrja meg fyri, so at eg kann fáa hjálp. Eins og politiið heitti á okkum øll um at hjálpa, so kunnu vit øll í fyrstu atløgu boða frá, anonymt, um vit vita okkurt.

LES EISINI  5.-6. flokks legan avlýst

Tað er í friðartíð, ein skal fyrireika seg til kríggj. Tí skalt tú, sum ert settur at hava ábyrgd í tínum húsarhaldi, fyriskipa umstøðurnar soleiðis, at tær eru fyribyrgjandi móti eitrinum – av hvørjum slag eitrið so er av, um tað er rúsevnismisnýtsla, kynslig misnýtsla, valdsmisnýtsla ella hvat tað skal vera.

Hetta gera vit eitt nú við at lurta eftir myndugleikunum og teimum, ið kunnu ráðgeva okkum. Vit kunnu skipa okkara húsarhald, soleiðis at vit vísa næstakærleika við at hyggja inní sálina á maka og børnum, vit at hyggja í eyguni á hvørjum øðrum, tí eyguni spegla sálina, verður sagt.

Vit kunnu skipa fyri dagligum rútmum, sum jú er (hevur verið?) vanligur føroyskur siður. At eta saman minst 2 ferðir um dagin, uttan telefonina, sum kann leggjast at løða ímeðan. At í hvussu er partar av familjuni eru saman um borðið (børn og vaksin) minst 2 ferðir um dagin, tí øll vita, at tað er ómøguligt við øllum virkseminum at uppala nakran sum helst í dag.

Sum jú leiðir til ein møguleika afturat, GEVST við at VIRKA UPPTIKIN, tí tú lumpar (næstan) ongan allíkavæl. Fólk eru so troytt av at hoyra (síggja/lesa á skermi) um títt hektiska lív. Vend ístaðin orkuna til tey, tú ert sett at hava ábyrgd fyri og tú fært meira tíð til tað og tey, sum veruliga hevur týdning.

LES EISINI  Sat7 sendir skúlaundirvísing

Møguliga ert tú VERULIGA sera upptikin og mást arbeiða ov nógvar tímar vikuliga, men hvat so við at raðfesta betri? So tú ikki gyklar tær sjálvum, at verðin ikki fer at koyra víðari um tú smellur um. Gev onkra uppgávu og vald frá tær.

Eitt av tí eg havi uppdaga seinnu árini er gleðin við endurtøkuna av orðunum: “Vit trúgva á Guð faðir hin alvalda…”. Hesi orð siga mær vikuliga, at Guð heldur mær og øllum uppi og ikki umvent. At tað er friður í Guðs nærveru, friður sum kann fyrireika meg til ta møguligu støðuna, at tannáringurin við døgurðaborðið aftaná 13 ár við 2 dagligum máltíðum saman, sigur, at hann fekk bjóðað stoffir í gjár og faktisk tók tey (ella vónandi takkaði nei).

Hvat gert tú tá? Hevur tú fyrireikað teg til at kríggj brast á heima hjá tær? Um ikki, so svarar tú í minsta lagi uppá ein ófyrireikaðan, frástoytandi, kiksaðan máta, sæð við eygunum á tannáringinum, sum ikki skapar nærleika ella áliti, men heldur skapar frástøðu.

LES EISINI  Eitt afturljóð úr Kolding

Hevði tú fyrireikað teg í longri tíð, ja síðani børnini vóru smærri og skapt umstøður til at tosa trygt um ALT millum foreldur og børn, eisini tað ”pínliga” við SEX, kynsgøgnum, menstruatión (– keyp t.d. hesar bøkurnar um kynslív: Hvordan og hvornår fortæller du dine børn om sex— Manna.fo –) bumsar, rúsevnir, happing, ja ALT sum vit, ið hava fingið litið børn uppí hendurnar hava ÁBYRGDINA av at læra tey. Vit sleppa undan at bera misgerðina hjá teimum, men vit eiga at verja tey móti øllum illum, soleiðis at tey ikki skulu noyðast bera ta misgerð, sum er at gerast fangi hjá eitri.

Aftur til døgurðaborðið – tú hevði allarhelst bæði fingið loyvi at spurt inn til tannáringin, forklárað við kunnleika um rúsevnir, avleiðingarnar við rúsevnismisnýtslu (synd í heila tikið), meiningina við lívinum og at tað ber væl til at flippa út ella taka tað róligt – uttan íblandingarevnir – og at vit menniskju liva best innan Guds fyriskipanir.

Skapa umstøðurnar í dag, so at morgindagurin møguliga verður betri og lættari.

Ikki tí, at eg veit so øgiliga væl ella dugi so øgiliga væl…

Havi bara ikki ráð at lata áminningina liggja!

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina