Sat7 fylgir við støðuni í Turkalandi eftir hørðu jarðskjálvtarnar.
Starvsfólki á turkisku Sat7 sjónvarpsstøðini eru ógvuliga skelkaði og eru í bøn fyri landi teirra, eftir ógvusligu jarðskjálvtarnar, sum raktu bæði Turkaland og Sýria meint.
Í stuttari kunngerð segði Sat7-Turk: ”Vit eru skelkaði og ógvuliga syrgin. Í løtuni bíða fólk, í nógvum landslutum, eftir at fáa hjálp undir húsaleivdunum. Veðrið er ringt og kalt og hjálpin avmarkað.
Lati okkum biðja um bjarging og skjótari hjálp til teirra, sum liggja undir húsaleivdunum, og fyri neyðugari viðgerð til tey, sum eru særd. Má Harrin troysta øll tey, sum mist hava síni kæru.»
«Nógvir av okkara starvsfeløgum eiga familjur, heim, kirkjur og vinir, sum búgva í hesum hart raktu landslutunum.
Og nógv teirra hava sæð myndir av heimi og kirkjum teirra søkka saman.» sigur leiðari á Sat7-Turk. Saman við øllum øðrum avvarandi, bíða okkara starvsfelagir, eftir lívstekni frá teirra kæru.
Hesir harðu jarðskjálvtar eru atvoldin til nógv mist mannalív í einum stórum umráði,
bæði í Turkalandi og Sýria.
Turkiska sendirásin bjóðaði øllum sínum hyggjarum, sum høvdu brúk fyri andaligum stuðuli, at ringja inn. Eisini hevur tíðindasendingin verið merkt av dagføringum av bjargingararbeiðinum og frágreiðingum frá vanlukkuni.
Sendirásirnar fáa samkensluheilsanir frá fólki í bøn í Miðeystri og Norður Afrika, at Harrin má styrkja tey, sum eftir sita, lekja tey, sum eru særd og geva mót til at vinna á teirra sálarløstum.
Sat7 sjónvarpstøðin í Libanon fer í vikuni at lýsa støðuna í flóttafólkalegunum við sýriska markið.
Rita Elmonayer, leiðarin á Sat-7, hevur hesa viðmerking: «Vit eru øll sorgarbundin um støðuna í Turkalandi og Sýria. Nógv fólk líða orsaka av jarðskjálvtanum har ótti, kuldi og ruðuleiki ræður í hesi vanlukku.
Hjørtu okkara, tankar og bønir eru hjá hesum fólki. Vit gráta og syrgja saman við teimum og lyfta tey upp við okkara bønum.
Má Harrin miskunna teimum.»
Kelda Sat-7 Leystliga umsett