SAT7: Libanon uttan streym
Libanon er stórt sæð myrkalagt, tí ikki meir dieselolja er eftir hjá tveimum av størstu orkuverkunum. Hetta er ein stórur smeitur hjá fátæka landinum, har yvir 60% av fólkunum liva undir fátækamárkinum
Eisini kristna sjónvarpsrásin SAT7 er ávirka av streymloysinum. Tað sigur danski umboðsmaðurin hjá sjónvarpsrásini, Kurt Johansen: – Hetta ávirkar okkum teir komandi dagarnar, tí vit kunnu ikke reka eina rás uttan streym og okkara starvsfólk kunnu ikki koma til arbeiðis uttan brennievni. Kurt Johansen kann tó gleðast yvir at tey hava nógvar sendingar liggjandi í savninum, sum tey nú kunnu brúka. Tær sendingarnar verða sendar frá studionum hjá SAT7 í Egyptalandi, sum fyribils tekur yvir.
Vónin er, at Libanon aftur fær dieselolju – og streym – ein av komandi døgunum.
Seinnapartin sunnudagin fekk SAT7 í Libanon og restin av Beirut partvís streymin aftur, tá herurin í Libanon valdi at lata olju til orkuverkini. Hetta merkir at tað nú er streymur 1-2 tímar um dagar.
Kurt Johansen vitjaði nýliga í Føroyum. Í tí sambandi gjørdu vit ein podcast, sum tú kanst hoyra HER.