Sat7 sendir skúlaundirvísing

Kristna sjónvarpsrásin Sat7-kids og Sat7-ACADEMY hava lagt seg eftir at senda góða skúlaundirvísing, sum serliga hevur gjørt stóran mun í teimum nógvu flóttarlegunum og í teimum krígsherjaðu londunum í Miðeystri og ikki minst nú allir skúlar eru stongdir vegna COVID-19.

Kristna sjónvarps undirvísingarmiðstøðin Sat7-Academy, sendir beinleiðis skúlaundirvísing til børn ígjøgnum YouTube, ein góð hjálp nú allir skúlar eru stongdir og øll vanlig skúlaundirvísing í flokkum er steðga vegna koronavirus.

Rita El-Mounayer, stjóri á Sat7 sigur:” Vón okkara er, at henda beinleiðis undirvísingin røkkur víða og framhaldandi kemur at geva tann lívsneyðuga undirvísingarstuðulin til øll børn í Miðeystri og Norður Afrika, sum nú ikki sleppa í skúla. Eisini ynskja vit at stuðla  lærarum á øðrum NGO (ikki statsstuðlaðum skúlum) við teirra dýrabaru útbúgvingaraktivitetum”

Beinleiðispakkin kemur eisini at umfata serligar skráir um COVID-19 pandemiina, fyri at økja uppmerksemi, fremja fyribyrging, hjálpa við at minka um strongdina í heimunum og geva undirvísingarstuðul.

Fimm tey seinastu árini hava Sat7-ACADEMY skráirnar serliga vent sær til børn, foreldur og lærarar runt alt Miðeystur og Norður Afrika. Framhaldandi stuðlar rásin undirvísing og samfelagsligari menning til milliónir av børnum frá øllum átrúnaðum og samfelagsligari bakgrund ígjøgnum satelit sjónvarp og ígjøgnum sosialar miðlar. Sat7-ACADEMI vendir sær til aldursbólkin 3.-5. fl

LES EISINI  Sat7 heitir á bøn fyri Miðeystri og Norður Afrika

Sat7-My School vendir sær til tey minnu børnini upp til 3. fl. Her verður mest undirvíst í teimum grundleggjandi fakunum sum arabiskum, matematik, enskum, náttúrfrøi og fronskum. Tríggjar ferðir um vikuna er beinleiðis undirvísing á Facebook, har børn kunnu fáa fatur á læraranum fyri at fáa stuðul og svar uppá spurningar. Puzzel er eitt spæl, sum miðar ímóti at fremja rættindi hjá børnum ígjøgnum spæl og bleiv stovna saman við einum NGO skúla í Libanon, umframt onnur spøl.

Hendingar frá hesum flaggskipaútbúgvingum, skráir um rættindi hjá børnum saman við leinkjum til skráir við søgufrásagnum, stimbrar skapandi hugsan, hugflog, list og handverk, sum eisini er við í undirvísingarpakkanum, saman við einum rokniarki sum fæst online.

”Vegna ófriðin í Miðeystri, økir óttin fyri COVID-19 tað verandi pínuna fyri milliónir, sum longu liva í fátækradømi, í krígsøkjum, sum flóttar og á flóttalegum. Mín bøn er, at hetta er ein tíð har vit øll vilja arbeiða saman og deilast um tilfeingið og boða vón” sigur Rita Elmounayer at enda.

LES EISINI  Kumpas seinkað

Kelda Sat7 leystliga umsett

Sat7-kids verður stuðlað av Sunnudagsskúlanum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Eisini hevur Landsstýrið stuðla Sat7-ACADEMY

 

 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina