Ein innbjóðing til at gerast mannafiskari

Jesus kallaði Pætur og Andrias við orðunum ”Eg vil gera tykkum til mannafiskarar.” Er tað á sama hátt, at Gud kallar Kerem úr Turkalandi í dag? Aftaná at hava hitt ein kristnan prest og afturvendandi dreymar, leitar Kerem eftir svari og hevur fortalt sína søgu fyri Sat-7 Türk (turkiska rásin hjá sjónvarpsstøðini Sat-7).

Hóast hann ikki var kristin, endaði hann í eini kirkju á eini vitjan í Efesos, har hann varnaðist, at hann sat og bað. Eftir vitjanina í kirkjuni fór hann útum aftur og setti seg saman við vinum sínum.

Ein undarlig forsøgn

– Har sat ein bólkur av prestum nærhendis og vit fóru at práta saman, sigur Kerem. Eina løtu seinni vendi ein av prestunum sær til Kerem persónliga:

– Hann segði við meg, at tað var okkurt serligt við mær, og at ein dagin fór eg at vera ein av teimum og kom at gerast teirra bróður. Undrandi, har eg sat ímillum mínar vinir, flenti eg eftir hesi viðmerking, tí hví í verðini skuldi eg gerast ein kristin og fylgja Kristusi?, hugsaði eg.

LES EISINI  Søgan um Saghi

Dreymur við einum boðum

Tíðin gekk, men Kerem kundi ikki gloyma hesa hending í Efesos, og stutta aftaná byrjaði hann at droyma. Hann droymdi, at Jesus Kristus gav sær eina tráðu.

– Hann bað meg um at fara frá sjónum, har sum eg var staddur, og koma við sær til ein annan sjógv at fiska. Eg fór so til ein annan sjógv at fiska við honum, eg fekk ein fisk, og inni í búkinum vóru fýra myntir, sigur Kerem. Tá hann vaknaði, undraðist hann á, hvussu veruligt alt kendist, og hann helt fram við at fáa líknandi dreymar.

Ein leiting eftir meining

Orsakað av hesum dreymum og orðunum frá prestinum, fór Kerem at leita eftir einum svari. Hann kom fram á kristnu sjónvarpsrásina Sat-7 Türk, lurtaði eftir teirra sendingum og skrivaði til rásina við spurningunum, sum høvdu brent seg fastar í hjarta hansara.

”Hvat merkja allir hesir dreymar”? Og ”hví hendir hetta mær?”

LES EISINI  Guð virkar í lívinum hjá teimum ungu í Turkalandi, ígjøgnum sjónvarpsrásina Sat7-Turk

”Kunnu tit biðja fyri mær??”

Hann var ikki førur fyri at finna nakra kristna kirkju, har hann búði, so eitt toymi frá Sat-7 Türk setti hann í samband við ein prest har í økinum.

Hvat kunnu vit gera?

Góðu tit, biðið fyri Kerem og fólki sum honum í Turkalandi, sum hoyra og kenna Guds kall. Bið um, at hesi mugu svara sum Símun Pætur og Andrias á sinni, tá teir hoyrdu Jesus kalla: ”Fylgið mær eftir, so vil eg gera tykkum til mannafiskarar!” Og alt fyri eitt fóru teir frá gørnunum og fylgdu honum (Matt 4,19-20).

 

Kelda: Sat-7

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina