Silvitni: Jul, Jul, strålande jul

Seinast í november tóku vit tríggjar jólasangir upp, sum kórið, Silvitni, syngur. Í dag kunnu tit hoyra kórið syngja “Jul, Jul, strålende jul”. Teksturin er skrivaður av lutherska prestinum Edvard Evers, sum varð fyrstu ferð útgivin í 1921 – tvey ár eftir at Edvard Evers doyði. Tað var svenski komponisturin, kirkjutónleikarin og professarin, Gustaf Nordqvist, sum gjørdi lagið, ið upprunaliga var ætlaður einum solisti við klaverfylgispæli. Í 1940 skrivaði Gustav Nordqvist útseting fyri kór, sum vit hoyra Silvitni syngja í hesum sjónbandinum.

LES EISINI  Silent Night
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina