Sjáldan er forvitin fegin

Mariann Djurhuus Poulsen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Hetta gamla orðatakið minnir okkum á, at tað er ikki altíð so heppið at stinga nøsina í alt. At forvitnast fyri at kunna vera fyrst við tíðindum. At forvitnast fyri at kunna ganga runt við slatri.

Ein dagin var ein forvitin maður glaður. Hann hevði frætt um ein annan mann, sum fekk nógva umtalu. Fyrri maðurin var ógvuliga spentur eftir at fáa seinna mannin at síggja við egnum eygum. Fyrri maðurin var Heródes, seinni var Jesus. Hetta var, tá Jesus var tikin og hevði verið hjá Pilatusi, sum síðani sendi hann til Heródesar. Í Lukas 23,8 lesa vit: “Men tá ið Heródes sá Jesus, varð hann ógvuliga glaður; tí at hann hevði langa tíð fegin viljað sæð hann, av tí at hann hevði hoyrt um hann; og hann gjørdi sær vón um at fáa at síggja eitthvørt tekin gjørt av honum.”

Heródes var spentur. Hann hevði frætt um Jesus og vildi fegin hitta hann, tí hann var mest spentur eftir at síggja tey tekin, sum Jesus gjørdi. Men sjáldan er forvitin fegin. Jesus vildi ikki gera nakað tekin. Hann var ikki komin til jarðar fyri at undirhalda. Og gleðin hjá Heródesi varð vend til spottan. Hann var bara forvitin eftir at vita, um slatrið um Jesus var satt. Hann legði onki í sjálvt menniskjað Jesus og tann boðskap, hann boðaði.

LES EISINI  Lesa ikki bíbliuna, lesa tey trúgvandi ...

Soleiðis er mangan statt framvegis í dag. So mong eru, sum dáma so væl at bera slatur víðari uttan at hugsa um tað menniskjað, sum slatrið er um. Ja, helst eru vit øll soleiðis viðhvørt. Tað er so spennandi at vera tann, sum fyrstur fær loyvi til at bera onkur nýggj, áhugaverd tíðindi. Og tá verður ikki altíð hugsað um, um tíðindini eru til gagns fyri nakran. Lærdi einaferð, at áðrenn tíðindi verða borin víðari, er rætt at spyrja seg sjálvan: Veit eg við vissu, at tað er satt? Er tað gagnligt, at eg beri tað víðari?

Hevði mær dámað, at hesi tíðindini vórðu borin víðari, um tey vóru um meg?

Viðhvørt er tað tó øvugt. Vit hava ov lítlan áhuga fyri hvør øðrum. Hetta er ikki meint soleiðis, at vit skulu vera skjót at vita alt um næstan fyri at kunna bera tíðindini víðari. Men at vit hava veruligan áhuga fyri sjálvum menniskjanum og tess tørvum. Við øllum hesum sosialu miðlunum eru vit farin longur burtur frá hvør øðrum sosialt. Tað er ikki at vera sosialur at vera saman við vinum á netinum. Tú kanst hava góðan felagsskap við onnur, sum tú hittir á netinum, og kenna teg heima saman við teimum, men tað er ikki tað sama sum at vera sosialur og duga at vera saman við menniskjum andlit til andlits. Kenslan er ikki tann sama.

LES EISINI  Fyrigeving og frælsi

Gransking sigur nakað um, at fyri at kunna menna empati, er andlit til andlits-samskifti best, tí tá er gjørligt at týða kenslurnar hjá hvør øðrum. Til dømis verða kenslurnar grundleggjandi tulkaðar út frá tí, sum ikki verður sagt við orðum í samtaluni – sum til dømis andlitsbrøgd og líknandi. Tað er ikki tað sama at brúka andlitsmyndir ella tekn ístaðin. Tí hava vit øll brúk fyri at hittast andlit til andlits. At hava ein veruligan, livandi felagsskap við onnur. Felagsskapir á netinum kunnu vera góðir, men teir kunnu ongantíð setast í staðin fyri veruligar felagsskapir. Tað eru tvey ymisk ting, sum ikki kunnu samanberast.

Við hesum í huga er kanska uppaftur meira neyðugt í dag enn nakrantíð at støkka inn á gólvið hjá hvør øðrum.

At hava áhuga fyri hvør øðrum – ein áhuga sum er grundaður á virðing, kærleika og hjálpsemi.

Biðja hvør øðrum góðan dag, spyrja hvussu gongur, smílast, leggja merki til hvør annan og so framvegis. Tað kann broyta ein ringan dag til ein betri dag. Latum okkum tí gerast meira forvitin eftir, hvussu næstin hevur tað, við at vísa honum áhuga við virðing. Latum okkum gerast fegin forvitin, sum skapa gleði, har vit koma.

LES EISINI  Hjálp øðrum við at vitja tey
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina