”Sá Gud í dag” – Ókendur maður hjálpir eldri konu at keypa sín heilivág, hon ikki hevði ráð at gjalda

Ókendur maður hjálpti eldri konu at gjalda heilivágin, hon ikki hevði ráð sjálv at gjalda. Ein áskoðari sá hetta og skrivaði um hetta í einum tíðindamiðli og segði, at hon sá Gud.

Gud nýtir vanlig fólk at vera síni amboð, ið hjálpa øðrum. Vitnisfrágreiðingin stóð á Facebook fríggjadagin í síðstu viku og sigur hana vera sanna. Áskoðari, ið av tilvild, var staddur nærindis um sama mundi, sá Guds kærleika í verki.

Kona, nevnd Mandy, var stødd á apotekinum, bíðaði eftir síni løtu at keypa sín heilivág, tá hon hoyrdi samrøðuna millum apotekið og eldri konuna.

Guds uppílegging

Brádliga tosaði ókendur maður við liðuna á tí eldru konuni. Hann bað apotekið geva henni allan tann heilivág, henni nýttist, tí hann skuldi gjalda.

“Tygum, eg skal gjalda tað, ið eftir er at gjalda. Gev henni allan heilivágin, henni nýtist, segði maðurin við apotekið.

Eldri konan var ógvuliga glað. Hon mátti fleiri ferðir siga manninum takk. Ístaðin fyri at móttaka rós fyri hetta, segði hann konuni, at tað var Gud, ið gav henni hetta.

LES EISINI  Tá hava tit gjørt tað móti mær

Ovfarin av hesi hending, henni hevði verið fyri, gjørdi Mandy av at leggja hesa søguna út á sosialu miðlarnar. Hon undirstrikaði enntá, at hon sá Gud henda dagin. Hetta var henni ein dýrabar hending. Hundraðtúsund av menniskjum eru vorðin signað av hennara vitnisburði.

“Í dag sá eg Gud. Dýrabart,” skrivaði Mandy.

Kelda: GODTVDaily
Henry Debes Joensen, umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina